Fótbóltur

Christian Eriksen hevur tað eftir umstøðunum gott

Á tíðindafundi seinnapartin varð m.a. upplýst, at landsliðið hevur tosað við Christian Eriksen í dag, og hann er við gott mót – Venjingin hjá danska landsliðnum byrjar aftur í morgin.

Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand

Danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand

2021-06-13 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Christian Eriksen, sum small um í dystinum millum Danmark og Finnlandi í gjárkvøldið, hevur tað eftir umstøðunum gott, og tær fyribilskanningarnar, sum eru gjørdar hava víst góð úrslit.

Kortini skal hann framhaldandi vera innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum til fleiri kanningar, varð sagt á tíðindafundinum, sum danska fótbóltssambandið DBU helt klokkan tvey í dag, og sum endaði fyri løtu síðani.

Á fundinum luttóku Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari, Peter Møller, fótbóltsstjóri hjá DBU, og Morten Boesen, lækni hjá landsliðnum.

– Vit hava havt videofund við Christian. Leikarnir hava tosað við hann, og Christian er við gott mót, segði Peter Møller, fótbóltsstjóri.

Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari legði afturat, at Christian Eriksen tyktiskt at vera meira upptikin av, hvussu hini høvdu tað, tá tey tosaðu við hann.

Vita ikki hví tað hendi

– Eingin av okkum veit hví tað hendi, segði Morten Boesen, sum leggur afturat, at Christian Eriksen var "vekk".

– Hann var vekk, men vit fingu hann aftur við lívbjargangdi hjartamassagu.

Morten Boesen kann tó ikki siga, hvussu nær við tey vóru við at missa Christian Eriksen, men tað var avgerandi, at tað hendi í einum landsdysti, har læknar stóðu klárir á síðulinjuni, og gekk tí ikki langt tíð frá, at hann small um, til hann fekk ta hjálpina, honum tørvaði.

Venjingin hjá danska landsliðnum verður tikin uppaftur í morgin, og tað samsvarar við ráðunum, sum tey hava fingið frá sálarfrøðingunum, sigur venjarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder