placeholder
Hondbóltur

Barcelona setti Aalborg uppá pláss í finaluni

Heili 13 mál vóru á muni, tá seinasta bríksl í Champions League ljóðaði.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-13 20:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aalborg Håndbold hevði spælt seg í Champions League-finaluna við millum annað flottum sigrum á Flensburg-Handewitt í PSG.

Les meira:

At danska felagið brúkt nógva orku fyri at koma afturíaftur í hálvfinaluni í gjár, er helst eingin ivi um. Hetta hevur eisini spælt inn í dag - Barcelona hevur ein væl breiðari hóp og brúkti ikki eins nógva megi í sínari hálvfinalu.

Aalborg kom annars eitt sindur betri frá byrjan í Laxness Arena í Koln, men skjótt tók Barcelona yvir, fekk eina rímiliga trygga leiðslu og bygdi uppá hana gjøgnum dystin. Eftir at tað bleiv 14-9 stutt fyri hálvleik kom Aalborg ongantíð nærri aftur, og í 2. hálvleiki var bert spurningur um hvussu nógv.

Barcelona, ið tapti finaluna í fjør, spældi frálíkan álopshondbólt: og vann heili 36-23. Hetta var tíggjundi ferð uppá 30 ár, at katalanska felagið vinnur størstu evropeisku kappingina. Tað er framvegis ikki eydnast einum donskum felagi at vinna Champions League - møguliga tað kemur í hús, meðan Mikkel Hansen, ið tó heldur ikki hevur vunnið kappingina, spælir í felagnum. Skiftið frá PSG fer ígjøgnum um eitt ár.

Júst PSG tryggjaði sær bronsu í kappingini fyrr í dag við 31-28 sigri á Nantes.

Champions League Final Four

Laxness Arena, Koln - sunnudagin 13.06
Barcelona - Aalborg Håndbold 36-23 (16-11)

Toppskjútti: Aleix Gomez Abello 9 mál

(PSG - Nantes 31-28)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder