Fótbóltur

Tríggir leikarar hjá danska landsliðnum stilla upp til tíðindafund

Á tíðindafundinum kl. 8.40 fara leikarar at úttala seg til miðlarnar fyri fyrstu ferð síðan Christian Eriksen small um leygarkvøldið.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-14 07:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun fara leikarar hjá danska landsliðnum fyri fyrstu ferð síðan dystin móti Finnland leygarkvøldið at úttala seg til miðlarnar um støðuna hjá landsliðnum. Tað verður á einum tíðindafundi hjá danska fótbóltssambandinum, DBU klokkan 8.40 føroyska tíð.

Leikarar, sum luttaka á tíðindafundinum eru, sambært heimasíðuni hjá DBU, Kasper Schmeichel, Martin Braithwaite og Pierre-Emile Højbjerg.

Seinnapartin í gjár var eisini tíðindafundur, har Kasper Hjulmand, landsliðsvenjari, Peter Møller, fótbóltsstjóri hjá DBU, og Morten Boesen, lækni hjá landsliðnum, luttóku.

Á tíðindafundinum í gjár varð m.a. greitt frá, at Christian Eriksen, sum small um í dystinum millum Danmark og Finnland, hevur tað gott eftir umstøðunum, og at hann er við gott mót.

Les eisini: Christian Eriksen hevur tað eftir umstøðunum gott

Les eisini: - Vit burdu ikki farið á vøllin aftur

Christian Eriksen hevur eisini givið eina stutta viðmerking um støðuna til italska miðilin La Gazetta dello Sport:

– Takk, eg fari ikki at geva upp. Eg havi tað betri nú – men eg vil skilja, hvat tað er, sum er hent. Eg vil fegin siga takk til øll fyri tað, sum tit hava gjørt fyri meg.

Landsliðið byrjar eftir ætlan at venja aftur klokkan 10 í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder