placeholder
Fótbóltur

HB megnaði ikki at spæla seg víðari í Champions League

Greipuvinnararnir livdu ikki upp til favorittleiklutin móti meistaraliðnum úr Andorra og taptu 1-0. Harvið skal HB spæla í Conference League í seinnu hálvu av juli.

(Mynd: Inter Club Escaldes)

(Mynd: Inter Club Escaldes)

2021-06-22 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB skuldi upprunaliga spæla undan-undankappingina á heimavølli, men UEFA flutti kappingina til Albania orsakað av strongum sóttarhaldsreglugerðum fyri ferðaløg í Føroyum.

At føroyameistararnir mistu ein part av fyrimunin av hesum er eingin ivi um; dysturin móti meistaraliðnum úr Andorra varð leiktur í beint undir 30 hitastigum og á grasi.

Tá tað er sagt, so var HB avrikið ikki nóg gott. Liðið hjá Jonasi Dal hevdi yvirvágina í fyrru hálvleiki - serliga eina løtu miðskeiðis í hálvleikinum, har HB eisini hevði tveir góðar málmøguleikar. Men fyriuttan tað, fingu teir í reyðum og svørtum hótt ov lítið, og tá ein tími var leiktur hendi tað, sum ikki mátti hendi.

Jordi Betriu legði Inter Club d’Escaldes á odda, og so skuldu favorittarnir svara aftur. Tað eydnaðist ikki, og einki skot kom á málið hjá meistarunum úr Andorra, ið fyri tað mesta hava spaniólar á liðnum, tað ið var eftir av dystinum.

41-ára gamli Ildefons Lima kom inn seinastu minuttirnar at hála sigurin endaliga í land, og hóast HB royndi at gera nakrar broytingar, so eydnaðist tað Inter Club d'Escaldes at halda fast.

HB hevur ikki megnað at spælt seg víðari í evropeiskari kapping, fyriuttan tí einu ferðina - í 2014 móti meistarunum úr Gibraltar í Champions League - og at tað ikki eydnaðist at vinna hesa undan-undankappingina er ein ítróttarligur og serliga fíggjarligur smeitur. At tað ikki eingongd eydnaðist at koma í finaluna svíður, tá tað kemur til stoltleikan.

HB skal harvið spæla í øðrum umfari í Confernce League møta taparanum av dystinum millum HJK Helsinki úr Finnlandi og Budućnost Podgorica úr Montenegro, sum fyrst í juli spæla í fyrsta umfari í Champions League. Um tað verður Inter Club d’Escaldes ella Prishtina, sum vann hina hálvfinaluna í kvøld, ið skal spæla har, fæst greiða á fríggjadagin.

Champions League undan-undanumfar, hálvfinala

22.06 - Durres, Albania
HB - Inter Club d’Escaldes (ANDORRA) 0-1 (0-0)
61’ Jordi Betriu 1-0

HB 4-3-3:
Teitur Matras Gestsson - Mads Boe Mikkelsen (88’ Stefan Radosavljevic), Bartal Wardum (88’ Hanus Sørensen), Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski (84’ Áki Samuelsen) Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnasson Justinussen (66’ Pætur Petersen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder