Fótbóltur

KÍ fekk eina góða leiðslu at byggja uppá

Páll Andrasson Klettskarð hevur nú skorað fimm evropeisk mál. Hann sigur við Portalin í kvøld, at tað er stuttligt at javnseta metið, og at 3-2 sigrinum í Lettlandi gevur KÍ eitt gott utgangsstøði til heimadystin hósdagin.

Páll fekk eitt mál, met og ein sigur at fegnast um. Nú vil hann hugasavna seg um at gera arbeiði liðugt, og hann vísur á, at KÍ hevur sett seg í eina góða støðu tí viðvíkjandi við einum sterkum avriki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll fekk eitt mál, met og ein sigur at fegnast um. Nú vil hann hugasavna seg um at gera arbeiði liðugt, og hann vísur á, at KÍ hevur sett seg í eina góða støðu tí viðvíkjandi við einum sterkum avriki (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-08 20:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sjálvandi er tað stuttligt at tangera rekordina, og tað gevur sjálvandi sjálvsálit fyri ein áleypara at skora, so tað er bara positivt. Tað er tó ikki nakað, sum eg hugsi um í løtuni. Nú royni eg bara at fokusera uppá teir dystirnar, sum eru fyri framman. 

Í 33. minutti í Conference League-dystinum á Slokas Stadiona í Jürmala, vann KÍ bóltin á hálvuni hjá RFS, og so tað gekk tað skjótt. Bubacarr Sumareh, ið hevði skorað eitt gott mál til 1-0, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen hevði funnið hann, og "Bob" hevði sett ein verjuleikara av og róliga sett bóltin í málið, fann álopsmakkaran Páll Andrasson Klettskarð á brotsteigarmarkinum. 31-ára gamli klaksvíkingurin tók eina nerting og legði so bóltin væl yvir í longra málhorn til 2-0 til KÍ.

- Vit tosaðu nógv um kontrastøður aðrenn dystin, og tað straffa vit teir uppá, so tað var øðiliga positivt, sigur Páll Klettskarð við Portalin úr Lettlandi í kvøld.

[object Object]
Bubacarc Sumareh var eyðsýndur og avgerandi í fyrra hálvleiki (Mynd: krfs.lv)

KÍ sá út til at hava gott tamarhald á støðuni í serliga fyrra hálvleiki móti lettiska oddaliðnum, og soleiðis føldi maðurin við fimm evropeiskum málum í 17 dystum, sum í kvøld byrjaði inni fyri fyrstu ferð í næstan tveir mánaðir, tað eisini. Tó gjørdist seinni hálvleikur, har heimaliðið skoraði tvær ferðir, tyngri:

- Eg haldi, at vit sum heild hava gott tak á teimum og geva ikki nógvar kjansir vekk, í mun til hvussu sterkt hatta liðið er. Høga trýstið riggar væl í fyrra hálvleiki, men eg haldi, at teir koyra meira uppá langar bóltar í seinna halvleiki, og tá er ringt at náa í press, aðrenn teir leggja eina langa avlevering, so har haldi eg, at man merkti mun.

[object Object]

[object Object]
KÍ'arnir stríddust hart og væl fyri at fáa góða úrslitið - til tíðir í øðrum hálvleiki vóru teir kroystir (Myndir: fkrfs.lv)

KÍ-málverjin Mathias Rosenørn misti tíðliga í 2. hálvleiki bóltin, tá hann royndi at lofta einum innleggi, og slovenski verjuleikarin Ziga Lipuscek sló til. 1-2 og tað kom ávíst trýst á KÍ-málið. RFS hevði styrki í luftspælinum, fekk nógv hornaspark, umframt frísparksinnlegg, og onkutíð leikaði á av álvara á. Samaumtikið hevði heimaliðið tó ikki nógvar vandamkilar royndir útyvir málini. Málið hjá innskifta Zjuzins var gott: Uppspæl í høgru, eitt "cutback" og so skoraði hann til 3-2. Øll málini telja, og telja eins nú reglugerðin um útivallarmál er farin burtur, men KÍ vann í kvøld, og hetta ger støðuna hjá liðnum, sum er so sterkt á heimavølli, góða: 

- Úrslitið gevur sjálvandi eitt gott utgangsstøði til heimadystin, tí vit vita, at vit eru sterkir á heimavølli. Kanska eitt sindur óheppi at útivallarmál ikki telja í hesum føri, men sum heild hava vit eina góða leislu at byggja uppá hósdagin, sigur Páll Klettskarð.

Málið til 1-3 kom, tá tjúgu minuttir restaðu í, har KÍ vísti kynismu og effektivitet, tí tað var lítið, ið teir hvítkløddu hóttu í 2. hálvleiki - til tað var millum annað orkan ikki staðar. Bob Sumareh vann hornaspark í vinstru, ið Árni Frederikberg legði væl innfyri. Í fyrstu atløgu bjargaðu teir á heimaliðnum heilt inni við mállinjuna, bólturin fór eitt sindur útfrá, har Heini Vatnsdal fekk fótín á, og umvegis eitt RFS-bein, sníkti bólturin seg í málið. Seinastu minuttirnar kom Jesper Brinck til ein stóran møguleika, og heimaliðið hevði ein frían stútara við aftaru stong, ið fór framvið. Harvið endaði tað 3-2 til KÍ. 

[object Object]
Heini Vatnsdal verður fagnaður eftir sítt fyrsta evropeiska mál (Mynd: krfs.lv)

Heini, Páll og hinir á KÍ-liðnum bíða nú, til leigurflogfarið úr Helsinki, ið hevur NSÍ ferðalagið umborð, lendur í Riga. Liðini, sum hava vunnið føroyskum fótbólti stig í kvøld, ferðast síðani heim saman. Hóskvøldið skulu tey royna at gera arbeiði liðugt og spæla seg víðari - NSÍ á Svangaskarði og KÍ á sínum veruliga heimavølli: Við Djúpumýru.

Les eisini: Frálík føroysk úrslit á útivølli

1. umfar í UEFA Europa Conference League, fyrri dysturin
Hósdagin 08.07

Slokas Stadiona, Jürmala
RFS - KÍ 2-3 (0-2)
21' Bubacarr Sumareh 0-1
33' Páll Andrasson Klettskarð 0-2
49' Ziga Lipuscek 1.2
70' Heini Vatnsdal 1-3
78' Arturs Zjuzins 2-3

KÍ (4-4-2): Mattias Rosenørn - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Jesper Brinck, Jesper Brinck - Árni Frederiksberg (86' Ivar Sollie Rønning) , Jákup Biskopstø Andreasen (L), Dani Pavlovic, Claes Phillip Kronberg (78' Boris Došljak) - Páll Andrasson Klettskarð, Bob Sumareh (78' Jonn Johannessen)

Venjari: Mikkjal Thomassen

Gul kort: Bob Sumareh, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Claes Philip Kronberg, Deni Pavlovic

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder