Fótbóltur

Video: - Útgangsstøði er munandi betri nú

Hjálparvenjarin hjá NSÍ, André Olsen, er vælnøgdur við avrikið og úrslitið í Finnlandi og væntar eina líknandi dystarmynd í morgin. - Trýstið er á teimum, og tað hevði verið eitt stórt stig, um vit spældu okkum víðari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-14 20:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ fekk hósdagin í síðstu viku 0-0 móti finsku favorittunum í Helsinki. Hetta var á papírinum eitt gott úrslit fyri felagið, sum ongantíð áður hevði fingið "evropeiskt stig" á útivølli. 

André Olsen sigur eisini, at talan var um eitt disiplinerað avrik, og at ein endurtøka í morgin hevði komið væl við. 30-ára gamli hjálparvenjarin sigur, at NSÍ eisini fer at hava eitt heldur varið útgangsstøði í morgin, tí tað er helst teimum til fyrimuns, at dysturin liggur á vippuni leingi. Tó fer heimaliðið eisini at leypa á, og, eins og Tróndur Jensen, metir André mótstøðuliðið hava nakrar týðiligar veikleikar, ið NSÍ skal gera sær dælt av.

Sí eisini: 
Myndir: NSÍ er til reiðar til avgerandi dystin
Video: Tróndur - Trýstið liggur á teimum

Hjálparvenjarin, ið var í venjaratoyminum hjá B36 í fjør, setur í sjónbandinum omanfyri eisini orð á tað serliga við hesum evropeisku dystunum, og hvat tað hevði merkt at spælt seg víðari.

Fyrsta bríksl á Svangaskarði í morgin verður klokkan 18. Portalurin verður á staðnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder