Fótbóltur

Video: Veit ikki hví vit koma í hasar støðurnar

- Vit halda at vit stýra dystinum væl, men vit tapa, tí vit ikki klára at stýra deyðbóltunum hjá teimum, ið vit vanliga eru sterkir til, sigur Jákup Biskopstø Andreasen, sum var vísur í, at teir fóru at fáa avgerandi málið. KÍ tapti eftir longda leiktíð móti RFS í kvøld og er úti av Conference League.

2021-07-15 23:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðformaðurin hjá KÍ var sum vera man ógvuliga vónbrotin eftir teir 120 fyrstu evropeisku minuttirnar við Djúpumýru.

Jákup Biskopstø Andreasen metti, at KÍ í stórum pørtum hevði gott tamarhald á dystinum, men irðaði seg nógv um, at hansara lið illa fekk vart fyri lettisku deyðbóltunum, ið KÍ í síðsta enda tapti uppá.

Les eisini: 
Stórt deyðbóltskriggj við Djúpumýru - púra javnt samanlagt
KÍ er úti eftir heimaósigur

Eisini føldi 23 ára gamli miðvallarin, at eitt mál til heimaliðið lá í luftuni, og at hann føldi, at tað fór at koppa teirra veg, men: 

- Tað eru so lítlir marginalar í slíkum dystum, og vit taka ikki av, men verða revsaðir fyri okkara feilir.

[object Object]
Liðformaðurin var, eins og venjari hansara, ónøgdur við dømingina - báðir gjørdu tó greitt, at tapið var egin ábyrgd

Jákup B. Andreasen segði seg eisini vera ónøgdan við nakrar dømingar hjá norðuríska dómaranum - serliga í samband við "bleyt" fríspørk, ið hann gav tætt við KÍ-brotsteigin. 

Til seinast segði klaksvíkingurin, at hann var keddur av, at áskoðarnir ikki fingu eina góða uppliving í fyrsta evropeiska heimadystinum, og at eftir eitt sindur av hvíld skal fokus nú aftur rættast á heimligu kappingina.

Hoyr alla samrøðuna omanfyri

Sí myndir frá dystinum

UEFA Europa Conference League
15.07, Við Djúpumýru 
KÍ - RFS 2-4 eftir longda leiktíð - 5-6 samanlagt
10' Vitalijs Jagodinskis 0-1
16' Odmar Færø (Árni Frderiksberg) 1-1
24' Darko Lemajic 1-2
27' Emerson Santana 1-3
45 (+2) Deni Pavlovic 2-3
108' Tomislav Saric 2-4

placeholder
placeholder