Hondbóltur

Roknar við hjálp frá føroyska landsliðsvenjaranum

Venjarin hjá Drammen HK, Kristian Kjelling, hevur onga vitan um H71, men ætlar at gagnnýta vinarlag sítt við føroyska landsliðsvenjaran.

Kristian Kjelling í dysti fyri Noreg. Myndin er frá 2010 (Mynd: EPA)

Kristian Kjelling í dysti fyri Noreg. Myndin er frá 2010 (Mynd: EPA)

2021-07-21 13:37 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Venjarin hjá norska hondbóltsfelagnum Drammen HK, ætlar at gagnnýta vinskapin við føroyska landsliðsvenjaran fyri at kunna seg um komandi mótstøðuliðið í European Cup, H71 úr Hoyvík.

Tað skrivar heimasíðan hjá norska felagnum. Í gjár gjørdist tað greitt, at H71 og Drammen HK bresta saman í øðrum umfari av evropeisku kappingini European Cup.

Norskir miðlar himprast ikki við at siga, at Drammen var tað felagið í Noregi, sum fekk ta lættastu mótstøðuna.

Venjari í Drammen síðan 2015 er ein legenda í norskum hondbólti, 40 ára gamli Kristian Kjelling, sum spældi 147 dystir á norska A-landsliðnum og skjeyt 568 mál.

Kristian Kjelling hevði eina glæsiliga karrieru sum aktivur hondbóltsspælari. Í 2001 flutti hann til Spania at spæla, fyrst fyri Aledmar León og síðan SDC San Antonio. Í 2009 gekk leiðin til Danmarkar at spæla fyri Aalborg Håndbold og seinni Bjerringbro-Silkeborg.

Í 2015 vendi Kristian Kjelling so heimaftur til Drammen at vera leikandi venjari.

Í Danmark hevði Kjelling Peter Bredsdorff-Larsen sum venjara, bæði í Aalborg og BSV, og tað er maðurin, sum nú er føroyskur landsliðsvenjari.

Við heimasíðuna hjá Drammen HK sigur Kristian Kjelling, at hann roknar við at fáa kunning frá vinmanni sínum, tí sjálvur veit hann  so at siga onki um H71 framman undan komandi European Leag dystunum, sum vera í oktober.

Kjelling hevur spælt í Føroyum við norska landsliðnum, men veit ikki meira um føroyskan felagshondbólt enn, at hann er á veg frameftir, og nevnir í hesum sambandi ein ungan spælara, sum spælir í Sävehof í Svøríki og verður róstur upp um skýggja. Talan er sjálvandi um Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum er vaksin upp í júst H71. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder