Fótbóltur

Video: - Haldi hetta eru størstu dystirnir í árinum

Hetta sigur tvímálsskjúttin hjá HB, Michal Przybylski, sum nú hevur fýra mál í tíggju evropeiskum dystum. Hóast útgangsstøði 4-0 skal dysturin í Montenegro spælast, sum um tað er 0-0, sigur hann.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-07-22 22:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Michal Przybylski skoraði í fjør tvey týdningarmikil mál fyri B36 í Eurupa League, tá liðið kom tríggjar ferðir víðari í kappingini. Í vetur skifti 23-ára gamli miðvallarin til grannarnar, og í kvøld sló hann til tvær ferðir í Gundadali: Tað fyrra til 1-0 beint fyri steðgin, og tað seinna eftir áleið 90 sekund í 2. hálvleiki - í báðum førum avsluttaði Michal væl, og liðformaðurin Teitur

Michal var sjálvandi fegin, tá Portalurin tosaði við hann eftir 4-0 sigurin, og hann tók áleið soleiði samanum dystargongdina: 
 
- Vit missa takið eina løtu í 1. hálvleiki, men so broyta vit uppstilling, og tað riggar beinanvegin. Vit byrja at spæla aftur, koma inn í feltið við fleiri leikarum, sum vanlig, og skora til 1-0. Vit halda so fram í sama stíli í 2. hálvleiki og skora trý mál afturat innan 10-15 minuttir. Í hálvleikinum vistu vit, hvar vit høvdu teir, og hvar teir kundu straffast.

[object Object]
Michal í miðdeplinum eftir 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Tvímálsskjúttin sló tó fast, at hetta er bara fyrri hálvleikur, og at tað er umráðandi, at HB spælir, sum tað er 0-0 í Montenegro, har tað verður annað veðurlag og ein øðiliga trupul dystur. Vit eru noyddur at gera arbeiði liðugt, sigur Michal Przybylski um dystin, ið verður týskvøldið.

Han hevur nú skorað fýra mál í tíggju evropeiskum dystum:

- Veit ikki um tað er nøkur hemmiligheit við júst tí. Men eg haldi, at hetta eru størstu dystirnir í árinum. Man er eyka spentir, og vil tað kanska eyka nógv, og so er tað fantastiskt, tá tað riggar; eitt slíkt úrslit fer jú eisini Evropa runt.


UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
HB - Buducnost Podgorica 4-0 (1-0)
45' Michal Przybylski (Daniel Johansen) 1-0
47' Michal Przybylski (Mikkel Dahl) 2-0
58' Pætur Petersen (Heri Hjalt Mohr) 3-0
66' Daniel Johansen (br.) 4-0

Sí eisini: 
Sannførandi og søguligur HB-sigur
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder