Fótbóltur

HB skal gera arbeiði liðugt

Greipuvinnararnir vunnu 4-0 í fyrra dystinum, sum var í Gundadali. Í kvøld tekur Buducnost ímóti í áleið 35 hitastigum í Podgoricia. Eitt pláss í 3. umfari í Conference League er uppá spæl.

HB-leikararnir vita, at eitt tap við trimum málum, ella eitt úrslit sum er betri enn tað, sendir liðið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

HB-leikararnir vita, at eitt tap við trimum málum, ella eitt úrslit sum er betri enn tað, sendir liðið víðari (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-27 14:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB gjørdi hóskvøldið av álvara bart í evropeiskum dysti. Eitt líknandi úrslit hevur tað verið bíðað leingi eftir í høvuðstaðarfelgnum, tí HB hevur - í mun til flestu av hinum føroysku feløgunum í Evropa seinastu árini - ikki fingið nakra serliga úrttøku í slíkum dystum.

[object Object]
HB-leikarar fegnast um málið til 4-0, ið Daniel Johansen setti inn við brotssparki um miðjan seinna hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

Gjøgnum evropeisku søguna hjá føroyskum fótbólti, hevur HB javnan fingið góð úrslit í einstøkum dystum men hevur bert einaferð megnað at spælt seg víðari. Tað var í undan-undanumfari í Champions League í 2014 móti Lincoln Red Imps. Eftir 1-1 í Gibraltar vann HB 5-2 í Gundadali. 

4-0 sigurin á Buducnost Podgoricia, í fyrra dystinum í 2. umfari í UEFA Europa Conference League, er tann størsti nakrantíð hjá HB í evropeiskum dysti. Ongantíð áður hevur eitt føroyskt lið havt eitt so gott útgangsstøði til ein returdyst, sum liðið hjá Kevin Schindler hevur undan dystinum í høvuðsstaðnum í Montenegro í kvøld - nú skal arbeiðið gerast liðgut.

Sí eisini:
Sannførandi og søguligur HB-sigur
Teitur: Tað er bara klassi at vinna 4-0
Schindler: -Ógvuliga deiligt at hyggja at frá bonkinum
Besta útgangsstøði nakrantíð

Ferðalagið úr Føroyum kom uppá pláss í Podgoricia tíðliga seinnapartin, og síðani hevur liðið havt tvær venjingar og fyrireika seg á ymsan anna hátt. Í Montenegro var vónbrotið sera stórt eftir úrslitið í fyrra dystinum, og Buducnost fer helst at koma út um eitt óløgi á Gradski leikvøllinum í kvøld. Veðurforsagnir siga, at tað vera áleið 35 hitastig, meðan dysturin verður leiktur, og at luftin verður slavin. Fyrsta bríksl er klokkan 20 lokala tíð. 

Televarpið vísir dystin, og vit dagføra støðuna beinleiðis á forsíðu okkara.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, fyrri dystur - Gundadalur 22.07.
19.00: Buducnost Podgorica - HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder