Fótbóltur

Elisabet í fulltíðarstarv hjá KÍ

Umframt at vera fysiskur venjari hjá besta mansliðnum, fer hon nú eisini at ráðgeva um kost og fysiska venjing í KI-akademinum og hjá besta kvinnuliðinum.

Elisabeth Vang (Mynd: KÍ)

Elisabeth Vang (Mynd: KÍ)

2021-07-28 08:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Elisabet Vang varð undan hesum kappingarárinum sett í starv sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ.

Hetta hevur eftir øllum at døma riggað so mikið væl, at samstarvið nú bæði verður longt og víðkað.

- Vit fara at víðka um samstarvið, har Elisabet Vang frameftir kemur at ráðgeva um kost og fysiska venjing í Akademinum og hjá Betri Kvinnum. Hetta hevur við sær, at Elisabet kemur at vera í fulltíðarstarvi hjá KÍ, sigur felagið.

23 ára gamla Elisabet Vang verður verandi í KÍ í øllum førum til og við kappingarárinum 2022.

[object Object]Elisabet Vang hevur annars verið at sæð á besta kvinnuliðnum hjá B36 (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder