Kappróður

Sverri liggur til OL-heiðursmerki

Týski favoritturin kom ikki í finaluna, og mett verður at tað eru stór sannlíkindi fyri, at Kjetil Borch úr Noreg ella føroyingurin Sverri Sandberg Nielsen fara at vinna OL-gull i nátt. Róðurin byrjar klokkan 01.45 føroyska tíð.

Tveir rógvarar høvdu betri tíð enn Sverri Sandberg Nielsen í hálvfinaluni. Veddingarfyritøkurnar hava hann sum næststørsta favoritt í finaluni í nátt (Mynd: Rógvi Langgaard)

Tveir rógvarar høvdu betri tíð enn Sverri Sandberg Nielsen í hálvfinaluni. Veddingarfyritøkurnar hava hann sum næststørsta favoritt í finaluni í nátt (Mynd: Rógvi Langgaard)

2021-07-29 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á sumri 2007 vann Katrin Olsen tvær World Cup-stevnur saman við Juliane Elander Rasmussen. Árið eftir róðu tær í lættvekts dupult-tveyara (double-sculler) á olympisku leikunum í Beijing. Har eydnaðist tað akkurat ikki at rógva seg í A-finaluna - Katrin og Juliane endaðu á fjórða plássi í sínari hálvfinalu, og bert tey bestu trý úr hvøjrari sleppa víðari - men tær vunnu b-finaluna. Tá 30-ára gamla Katrin Olsen var ein slóðbrótari fyri føroyskar rógvarar og íðkarar. Nú stendur ein maður til Miðvági á gáttini til at rógva um OL-heiðursmerki í A-bólkinum í einkult-scullara.

Les eisini: 
Sverri skal rógva OL-finalu í nátt
Myndir: Her rør Sverri Sandberg Nielsen seg í OL-finaluna

Áðrenn leikirnar í Tokyo varð mett, at Kjetil Borch úr Noreg, Oliver Zeidler úr Týsklandi og Sverri Sandberg Nielsen úr Føroyum vóru heiðursmerkjafavorittarnar og ógvuliga javnsettir avbjóðarar til gullið. Hetta eru menninir, sum seinastu trý árini hava vunnið EM-gull: Borch í 2018, Zeidler í 2019 og Sverri í 2020. Norðmaðurin og týskarin vunnu eisini HM sama árið, sum teir vunnu EM - í fjør varð HM, sum skuldi verða í Bled í Slovenia, av ongum orskakað av koronu.

Oliver Zeidler varð mettur at vera størsti favoritturin, men 25-ára gamli týskarin er als ikki í finaluni. Hann endaði heilt óvæntað nummar fýra í hálvfinaluriðlinum, ið var seinastu nátt. Zeidler hevur vanliga ávísar trupulleikar, tá tað er vindur, og tað annars er heldur óslætt at rógva og soleiðis var í nátt - til finaluna verður roknað við væl betri rógvilíkindum á Sea Forest Waterway. Alexander Vyazovkin úr Russlandi var 0.60 sekund frammanfyri Zeidler, og harvið kom hann við Sverri, ið aftur var áleið eitt hálvt sekund frammanfyri, og Stefanos Ntouskos úr Grikkalandi, ið tók nógv av bóli við at vinna riðilin rímiliga greitt.

Gullvón

Sverra fekk í 2019 HM-silvurheiðursmerki, tá hann endaði nummar tvey - aftanfyri Zeidler og frammanfyri Borch. Hetta var søguligt, tí tað var fyrstu ferð at ein rógvari umboðandi Danmark í singlescullara hjá monnum hevði tryggjað sær heiðursmerki. Í Poznan í oktober endaði Borch aftur nummar trý, tá EM-finalan var á skránni. Hesaferð vann Sverri gull, og aftur endaði Borch nummar trý. 27-ára gamli miðvingurin skal aftur hesaferð royna at halda nú 31-ára gamla norðmannin aftanfyri seg. Borch vann trygt sín riðil frammanfyri Martin úr Kroatia og Griskonis úr Litava, ið eisini komu trygt í finaluna. 

[object Object]
Heðin Arge og Rógvi Langgaard eru í Tokyo fyri at gera ein dokumentar um Sverra. Teir hava fylgt rógvaranum í nøkur ár - nú stendur hann á gáttini til sín størsta róður nakrantíð, og áhugin fyri honum er stórur. Miðvingurin er eisini ein av størstu donsku gullvónunum í Japan 

[object Object]Kjetil Borch eftir hálvfinaluriðilin (Mynd: EPA)

Endar Sverri Sandberg Nielsen aftur frammanfyri norðmannin, so eru sannlíkindini fyri einum OL-gulli heilt góð, tí Sverri og Borch eru tveir teir størstu favorittarnir. Rógvarin úr Tønsberg eigur eina OL-bronsu frá tí at hann í 2016 kappaðist í Rio saman við legenduni Olaf Tufte. Hann eigur HM-gull sum bæði einstaklingarógvari og sum partur av einum toymi. Tíðin hjá Borch í hálvfinaluni í nátt var beint yvir eitt sekund betri enn tann hjá Sverra. Stefanos Ntouskos hevði betri tíð enn báðir, og hann er sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum ein spennandi avbjóðari hjá favorittunum. Ein finalusigur til Borch gevur peningin tríggjar ferðir aftur ella beint undir tað hjá teimum veddingarfyritøkum, har møguleiki er at spæla. Sverri gevur 3,10 hjá Bet365 og 3,30 hjá Danske Spil. Oddsini uppá Ntouskos eru eitt sindur ójøvn - frá 3,40 til 4,30. Mett verður, at tað er heilt ósannlíkt at nakrir av hinum trimum fer avstað við gullinum

Áðrenn OL byrjaði varð Sverri av serfrøðingingi hjá TV2 mettur at vera triðbesta danska OL-gullvónin. Eitt silvurheiðursmerki og ein bronsa er higartil komin í hús - einki gull. Sverri Sandberg Nielsen kann í nátt skriva danska og føroyska søgu. Eftir úrslitunum seinastu árini at døma, er tað ein nátúrlig avleiðing av gongdini, at 27-ára gamli føroyingurin nú skal rógva í einari OL-finalu. Og tað er ómetaliga flott. Nógv gróthart arbeiði og ein stórur vilji hevur ligið aftanfyri hjá róliga men miðvísa miðvinginum. Fyrsta skotið í Tokyo verður klokkan 01.45.

OL-Finala
Sea Forest Waterway, Tokyo - 30.07, 01.45 (09.45 lokala tíð)

1. Mindaugas Griskonis - Litava
2. Martin Damir -
Kroatia 
3. Kjetil Borch -
Noreg
4. Stefanos Ntouskos -
Grikkaland
5. Sverri Sandberg Nielsen -
 Danmark/Føroyar
6. Alexander Vyazovkin - Russland

Les eisini: Sverri á stórskíggja í heimbygdini

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder