Fótbóltur

Vunnu við 21 málum á Estlandi

Lukka Arge gjørdist føroyskur toppskjútti við níggju málum og varð kosin dagsins leikari. Føroysku U17-kvinnurnar skulu í morgin spæla hálvfinalu í Tblisi - spurningurin er bara, um tað verður móti Ukraina ella Niðurlondum.

Tað var ongantíð nakar ivi, tá Føroyar og Estland spæld í dag - sigurin kundi verið nakað størr (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Tað var ongantíð nakar ivi, tá Føroyar og Estland spæld í dag - sigurin kundi verið nakað størr (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2021-08-12 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var so at siga ongantíð nakar ivi í georgiska høvuðsstaðnum, tá føroyska U17-landsliðið við kvinnum í dag spældi sín seinasta dyst í bólkaspælinum í EHF Championship. Føroyar vóru stórfavorittar undan dystinum og skuldu bert hava javnleik móti Estlandi fyri at tryggja sær víðari luttøku.

Liðini fylgdust fyrstu minuttirnar, har Føroyar líka skuldi fáa álopsspælið í gongd. Tá tað gjørdi tað, fór støðan frá 1-1 til 7-1 uppá eina stutta løtu. Føroyski verjuparturin fekk trupulleikar miðskeiðis í hálvleikinum, har liðini skiftust um at skora, men seinastu minuttirnar kom av álvara tamahald á aftur, og Føroyar fóru til hálvleiks við einari níggju-máls leiðslu.

Í 2. hálvleiki var Maria Pálsdóttir Nólsoy, ið undan umfarinum lá nummar trý á toppskjúttalistanum í kappingini, næstan ikki á vøllinum. Føroyska liðið misnýtti heldur nógvar opnar málmøguleiakr, men seinnu hálvu av 2. hálvleiki fóru okkara av álvara frá, og Estland fekk bert eitt mál seinastu stóru 15 minuttirnar - og einki seinastu tíggju minuttirnar. Tað løtuna brúkti Føroyar til at økja, og tað endaði við einum sigri á heili 21 mál. Lukka Arge skoraði níggju av málunum og gjørdist harvið føroyskur toppskjútti. Seks av málunum komu við tryggum brotskøstum, og Frederiksberg-leikarin skoraði eisini við tveimum dundurskotum og einum gjøgnumbroti. Eisini var Lukka stinn í miðverjuni og varð kosin dagsins leikari hjá Føroyum.

Italia vann eisini við 21 málum á Estlandi, og Serbia, ið Føroyar fingu javnleik ímóti í fyrsta dystinum í kappingini, vann við 23 málum á Estlandi. Serbia og Italia spæla nú klokkan 14. Vinnur Serbia skulu Føroyar spæla ímóti Niðurlondum, ið vann hin bólkin, í hálvfinalu klokkan 11.30 í morgin. Um Italia vinnur, ella tað endar javnt, er Ukraina á skánni klokkan 14 í morgin, fríggjadagin 13. august


WOMEN’S 17 EHF CHAMPIONSHIP 2021
Bólkur B, 3. umfar - 12.08, Tbilisi

Føroyar - Estland 37-16 (18-9)

Dystargongdin:
5 min: 1-1
10 min: 5-1
15 min: 9-4
20 min: 12-8
25 min: 15-9

35 min: 19-11
40 min. 24-14
45 min: 26-15
50 min: 30-16
55 min: 32-16

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lukka Arge 9 (6)
Lea Mohr 6
Maria Pálsdóttir Nólsoy 5 
Bjørk Franksdóttir Joensen 5
Marita Magnadóttir Thomsen 3
Anna Eliasabeth Halsdóttir Weyhe 2
Poula Fríðheim Petersen 2 
Sára Sigrunardóttir Mikkelsen 2
Anna Sigrunardóttir Mikkelsen 1
Karin Egholm 1  
Karina Heinesen 1

Bjargingar:
Silja Arngrímsdóttir Müller 10

Støðan í bólkinum: 
Føroyar 5 stig (3 dystir) *
Serbia 3 stig (2 dystir) *
Italia 2 stig (2 dystir)
Estland 0 stig (3 dystir)

*Bæði hava +23 í málúrttøku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder