Fótbóltur

Revsaðir hart í fyrra hálvleiki

Eftir føroyska yvirvág fyrstu tíggju minuttirnar, skoraði Ísrael uppá kontraálop og sín fyrsta møguleika í dystinum. Stutt fyri hálvleik skoraði Zavahai aftur. Hesaferð var tað eftir stórt mistak hjá Gilla Rólantssyni.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-01 20:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrra málið kom, eftir at føroyingar høvdu roynt at trýst og høvdu eina innleggstøðu, har René Shaki Joensen royndi at taka Sonna Ragnar Nattestad. Ísrael vann bóltin, og so gekk tað við fullari ferð. Sonni Rangar og René fingu ikki tíð at koma uppá pláss, og Jákup Biskopstø Andreasen fekk ikki forða Eran Zahavi í at reka inn í brotsteign og smekka bóltin í málið.

Føroyska liðið var annars greitt við yvirlutan fyrstu tíggju minuttirnar og fekk lagt eitt lítið trýst við skilagóðum spæli, vunnum nærdystum og nøkrum deyðbóltum, har serliga eitt hornaspark frá Brandi Hendrikssyni Olsen gjørdist vandamikið.

Ísrael tók av álvara yvir stutt fyri málið og hevur flutt bóltin nógv og rímiliga væl. Føroyingar hava mist ov nógvar bóltar og síggja sera sárbærir út á nøkrum økjum. Stutt fyri hálvleik royndi Gilli Rólantsson at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen við bringuni. Høgri bakkurin hevði ikki sæð mannin innanfyri seg, ið fangaði bóltin. Gunnar stjórbjargaði, men Gilli fekk ikki handfarið returbóltin, ið Zahavi fekk fatur á, og hann kom við enn einum dundurskoti, og so varð 0-2.

Tað er ilt at síggja, hvussu Føroyar av álvara skulu koma inn í dystin aftur, men ein roynd skal gerast, og helst vera útskiftingar at síggja skjótt.


HM-undankapping - Bólkur F, 4. umfar
Føroyar - Ísrael (0-2)
12' Eran Zahavi 0-1
44 'Eran Zahavi 0-2

Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder