Fótbóltur

Myndir: Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til skotska mótstøðu

Dysturin millum Skotland og Føroyar verður á Hampden Park í Glasgow í annaðkvøld.

Katrina Sjóvará, Maria á Lakjuni og aðrar hita upp

Katrina Sjóvará, Maria á Lakjuni og aðrar hita upp

2021-09-20 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sterk mótstøða bíðar føroyska kvinnulandsliðnum, sum í morgin á Hampden Park í Glasgow spælir ímóti Skotlandi.

Føroyska landslið sleikir sárini eftir 10-0 tapið ímóti heimsstjørnunum úr Spania hóskvøldið, og hevði í kvøld sína seinastu venjing undan dystinum í annaðkvøld.

Nú hevur liðið havt nakrar dagar til at koma fyri seg og fyrireika seg til komandi uppgávuna, sum er á skránni í morgin. Fleiri túsund áskoðarar væntast at koma til dystin.

Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl. 19.35 í annaðkvøld, og hann verður stroyndur á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

Sí myndir, sum Bjarni Enghamar frá FSF tók á Hampden Park:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder