Fótbóltur

1. deild: Týðandi botndystur í kvøld

B36 tekur á Tórsvølli móti EB/Streymi, ið er undir strikuni, men sum bert hevur eitt stig upp til júst B36. Fyrsta bríksl verður klokkan 20.

Hugin Samulsen - her eftir at hann hevur gjørt hattrik á Eiði í Betrideildardysti - skoraði fyri B36 í Vági leygardagin (Mynd: Bjarni Enghamar)

Hugin Samulsen - her eftir at hann hevur gjørt hattrik á Eiði í Betrideildardysti - skoraði fyri B36 í Vági leygardagin (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-09-28 18:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur í bæði upp- og niðurflytingarstríðnum í næstbestu mansdeildini, og í kvøld verður lykladystur í botninum.

B36 tekur ímóti EB/Streymi - talan er um útsettan dyst. Liðini eru á ávíkavst 8. og 9. pláss, og bert eitt stig og eitt mál samanlagt skilur tey.

Bæði spældu 1-1 javnleik leygardagin - EB/Streymur móti AB og B36 í Vági. At fáa ein sigur í kvøld merkir ógvuliga nógv. Fyri B36 snýr tað seg um at leggja sjógv millum seg og EB/Streym; fyri útiliðið snýr tað seg um at koma frammum ártalsfelagið. Um tað endar við javnleiki, heldur háspenningurin sær í botninum av álvara.

1. deild - 23. umfar (útsettur dystur)
28.09 - Tórsvøllur
20.00: B36 - EB/Streymur

1

24
15
1
8
53
28
+25
46
2

24
11
6
7
45
34
+11
39
3

24
11
4
9
57
41
+16
37
4

23
11
4
8
49
41
+8
37
5

24
11
4
9
52
53
-1
37
6

24
10
2
12
42
52
-10
32
7

24
8
6
10
36
42
-6
30
8

23
7
5
11
36
50
-14
26
9

23
7
4
12
38
53
-15
25
10

23
5
8
10
34
48
-14
23

Talva: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder