Fótbóltur

Video: - Skulu koyra við fullari skrúðu í morgin

Tvøramaðurin sigur, at teir skulu megna at verja upp fyri sterku vinstru síðuni hjá Skotlandi, og høgri bakkurin er eisini inni á, at liðið skal spæla meira. Gilli Rólantsson vil vinna, nú seinasti heimadystur í ár er á skránni.

2021-10-11 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum spælir í annaðkvøld heimadyst móti Skotlandi. 

Tað hevur snúð seg um at komið skjótt fyri seg - serliga fysiskt - eftir dystin móti Eysturríki leygarkvøldið, ið endaði 0-2. 

Vit fingu orðið á Gilli Rólantsson, ið spældi á høgra bakki allar 90 minuttirnar móti Eysturríki. Hann var við í 0-2 málinum, har hann ikki fekk ruddað bóltin nóg væl burtur og sigur sjálvur, at nakrar persónligar- og verjuvillur skulu ruddast burtur til dystin.

Eisini skal føroyska liðið fáa spælið við bóltinum at koyra eitt sindur betri og so framvegis koma til vandamiklar støður.

Gilli Rólantsson, ið spældi eitt skifti í Aberdeen sum ungdómsleikari, sigur, at liðið skal spæla við fullari ferð og fara eftir øllum móti Skotlandi.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli í annaðkvøld verður klokkan 19.45.

placeholder
placeholder