Fótbóltur

Myndir: Skansin og Tartan Army brustu saman

Vónandi gongur tað betri hjá A-landsliðnum í kvøld enn tað gekk hjá føroysku fjepparunum í Gundadali seinnapartin. Fjepparadysturin á Ovara vølli endaði 8-1 til Skotland.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-12 17:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klokkan 14 brustu føroyska fjepparafelagið Skansin og skotska fjepparafelagið Tartan Army saman á Ovara vølli í Havn.

Høvið er sjálvsagt at A-landsliðini hjá Føroyum og Skotlandi spæla klokkan 19:45 á Tórsvølli, og í tí sambandi eru fleiri hundrað skotskir fjepparar komnir hendan vegin.

Skotarnir sum annars eru fryntligt fólkaslag í kilti, vóru ikki blíðir við okkara menn á vøllinum. Teir vunnu heili 8-1.

Undan dystinum var ein lítil samkoma í Grasagarði, har skotsku fjeppararnir handaðu Javna peningagávu upp á góðar 26.000 krónur.

Peningurin skal brúkast til at gera Grasagarð betri atkomuligan fyri øll.

Sí myndirnar av Ovara vølli:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder