Fótbóltur

Video: - Føroyar eru eitt rættiliga gott lið - kunnu avgjørt gera okkum fortreð

Joakim Mæhle leggur dent á, at danir hava lært av dystunum millum liðini í september, og at teir ikki skulu taka ov lætt uppá Føroyar. Hann sigur, at styrkismunurin á pappírinum hevur lítið at siga í mun til sjálvan dystin - upplivingina í Pakini gleðir orkuríki vongbakkurin seg til.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-10 15:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Helsingør, Danmark (Portalurin) - Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í september í fjør, og mánaðin eftir skoraði hann sítt fyrsta landsliðsmál fyri Danmark í 4-0 sigrinum á Føroyum í venjingardysti í Herning. 

Eftir nýggjar skifti vongbakkurin Gent í Belgia út við Atalanta í Serie A, og í síðstu viku sást hann stríðast við Ronaldo og United í Champions League. Navn hansara gjørdist veruliga kent kring fótbóltsevropa eftir sera flott avrik í EM í summar. Við sínum ídni og energii, orku, ferð og dygdum við bóltinum, umframt málsóknum spæli, var Joakim Mæhle ein av teimum mest eyðsýndu dønunum og ein av bestu bakkunum/vongbakkunum í kappingini. Nummar fimm skoraði tvey mál og hevði eisini eitt framúr upplegg til Kasper Dolberg í fjórðingsfinaluni í endaspælinum.

Uppá bert tjúgu landsdystir hevur 24-ára gamli maðurin úr Norðurjútlandi skorað heili sjey mál og hann er javnsettur danskur toppskjútti í hesari undankappingini við fýra málum.

[object Object]
Joakim Mæhle (nr.5) - her í dystinum móti Føroyum í Herning í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Mæhle kom inn beint eftir steðgin á Tórsvølli 4. september og gav meira lív í donsku vinstru síðuna. Danir megnaðu til endans at knógva føroyingum, men tað var hart viðgongur Mæhle, sum í samrøðu við Portalin í Helsingør í morgun eisini nevnir stóra føroyska stuðulin, og at tað avgjørt er dygd á føroyska liðnum. ið kann "skaða" danir  fríggjakvøldið - aftur gera fortreð.

- Tað var ein góður dagur hjá teimum og ein minni góður hjá okkum. Vit hava lært av tí dystinum og skulu ikki taka ov lætt uppá hesa uppgávuna.

Joakim Mæhle slær fast, at hóast nógvir av føroysku leikarunum ikki eru yrkisleikarar, og at plássið hjá Damark í HM-endaspælinum næsta ár er tryggjað, so fara teir inn til uppgávuna við stórum seriøsiteti, og teir hava eisini fleiri innanhýsis mál og skulu allatíðina royna at byggja uppá. Til seinast kemur Atalanta-leikarin inná, at hetta vónandi veðrur eitt serligt kvøld fyri alt Danmark, nú danir spæla seinasta landsdystin á danskari jørð í ár - eitt ár sum hevur verið serligt fyri danskan fótbólt.

Danmark og Føroyar spæla HM-undankappingardyst í Parkini fríggjakvøldið, við avsparki klokkan 19.45. Meira tilfar úr donsku og føroysku leguni verður á Portalinum seinni í dag og í morgin, og sjálvandi dystardagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder