Fótbóltur

Myndir: Hugsavnaðu seg og stríddust í svenska kuldanum

Føroyska A-landsliðið við monnum hevði tíðliga seinnapartin sína seinastu venjing í Svøríki. Allir 24 spælararnir sóu frískir út, og Håkan Ericson fekk roynt nøkur ting í verjuspælinum, men serliga í álopsspælinum.

René Shaki Joensen var ikki tøkur til seinasta landsdyst vegna leikbann - hann verður helst millum teir fyrstu ellivu fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen var ikki tøkur til seinasta landsdyst vegna leikbann - hann verður helst millum teir fyrstu ellivu fríggjadagin (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-10 18:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svedala, Svøríki (Portalurin) - Tað var kølið og heystarkent í veðrinum í Svedala, har føroyska liðið vandi annan dagin á rað. Býurin við umleið 12.500 íbúgvum er áleið 20 kilometrar frá Malmö, har føroyski hópurin hevur búð hesa vikuna, og har venjing eisini var mánadagin.

Sviarnir í føroyska venjaratoyminum hava sjálvandi góð sambond í økinum - fysioterapeuturin Richard Dahan er úr Malmö - og grasvøllurin var hildin til reiðar til føroyska liðið - heilt skjótt verður hetta økið (Svedalagårdens Idrottsplads) gjørt til íbúðir. Júst tað at venja á grasi er umráðandi fyrireiking til dystin á vánaliga grasteppinum í Parkinum og til dystin í Tel Aviv mánakvøldið. 

[object Object]Svedala Idrottsplats, nakað uttan fyri Malmö, um middagsleitið (Mynd: Sverri Egholm)

Í Svedala hevði føroyski hópurin og toymi fullkomiliga frið at arbeiða, og Håkan Ericson sást koyra nøkur spæl/øvilsi ígjøgnum, har dentur varð lagdur á nøkur prinsippur í álopsspælinum og verjuspælinum innanfyri leikháttin hjá Føroyum. 

Fimm-mans verja ein møguleiki
Tað er eingin ivi um, at tað er ógvuliga umráðandi, at føroyska liðið er ógvuliga vælskipað í verjustøðu og arbeiðir hart og rætt. At verjuparturin er ein lykil komu Håkan Ericson, Sølvi Vatnhamar og Hørður Askham allir inná, tá vit tosaðu við teir eftir venjing - samrøðurnar verða at hoyra á Portalinum seinni í dag. Teir gleða seg eisini til serligu og stóru uppgávuna frammanfyri stórari mannfjøld í Parkini

Tað er ógvuliga sannlíkt, at 35-ára gamli leirvíkingurin við yvir 50 landsdystum kemur inn á liðið aftur. Sølvi var ov skaðadarvaður til dystirnar í oktober, men verður allarhelst at síggja á føroyska miðvøllin. Um spælt verður við fýra miðvallarum, eins og seinast, so skal ein annar "avloysari" eisini finnast, tí Ári Mohr Jónsson er skaddur, og Brandur Hendriksson hevur leikbann. Báðir byrjaðu síðsta dyst, ið var móti Skotlandi. Her stendur kappingin millum Jákup Biskopstø Andreasen og Trónd Jensen, um Hallur Hansson framvegis hevur útgangspunkt í einari síðu; annars eru Jóannes Bjartalíð og René Shaki Joensen eisini góðir møguleikar.

Hóast venjingin ikki gav heilt greiðar ábendingar um liðið, so tykist tað greitt at 5-4-1/3-4-3, ið varð nýtt og eydnaðist heilt væl móti Skotlandi, er ein realistiskur møguleiki til dystin í Parkini. Hetta váttaði Håkan Ericson eisini fyri okkum eftir venjingina. 

Tað sær út til, at René Shaki Joensen fyrst og fremst er ætlaður til høgra bakkin/høgra vongbakk. Hetta er ikki óvæntað, tí havnarmaðurin er úttikin til hetta plássið fyrr, og fyrstavalið, Gilli Rólantsson Sørensen, er ikki við vegna skaða, og Jóannes Kalsø Danielsen noyddist at geva avboð vegna koronu - Heri Hjalt Mohr varð úttikin ístaðin fyri klaksvíkingin. 

Móti Skotlandi spældi Heini Vatnsdal í miðverjuni saman við Odmari Færø og Sonna Ragnar Nattestad. Knæðið darvar KÍ-leikaran, og um spælt verður við trimum miðverjum, so stendur valið um tann triðja mest sannlíkt millum Hørð Askham og Heðin Hansen úr HB. Liðfelagið teirra Bartal Wardum hevur ikki verið eins nógv á landsliðnum sum teir undir hesum toyminum, og til dømis varð Hørður skiftur inn seinast, tá skaði kom í miðverjuni. Bjarni Petersen úr B36 kom við eftir avboð - Gunnar Vatnhamar spælir í miðverjuni hjá Víkingi, men tað er ógvuliga ósannlíkt, at hann verður nýttur har í fyrstu syftu; millum annað tí hann er so sterkur í nærdystunum á miðjuni og í luftnærdystunum longur uppi á vøllinum.

Føroyska landsliðið venur í Parkini seinnapartin í morgin. Vit hava meira tilfar tøkt í kvøld og í morgin.

Sí myndir úr Svedala:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder