Fótbóltur

Flottur javnleikur móti Serbia

Føroyska U21 landsliðið liggur enn framman fyri Serbia í EM-undankappingini.

2021-11-12 19:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska U21 landsliðið í fótbólti vann sær eitt stig í sera trupla útidystinum í kvøld móti Serbia í Novi Sad.

Føroyska liðið vardi seg manniliga móti bóltfimu serbunum. Men tað var ikki bara spæl upp á eitt mál, tí føroyska liðið fekk eisini skapt fleiri góðar møguleikar.

Men onki mál kom í dystinum, og tað var týðuligt, at tað vóru leikararnir hjá Sámal Erik Hentze nógv meira nøgdir yvir enn serbisku leikararnir.

Sostatt liggja Føroyar framvegis framman fyri Serbia í hesi EM-undankappingini. Frakland er á odda við 13 stigum fyri 5 dystir, Ukreina hevur 10 stig, Norðurmakedonia og Føroyar hava 6 stig, Serbia 5 og Armenia 3 stig.

Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum áðrenn vetrarstøðgin. Tveri dystir verða 16. november: Ukreina móti Serbia og Norðurmakedonia móti Fraklandi.

Vónandi kann góða úrslitið í Serbia eggja A-landsliðsleikararnar til víst líka gott avrik á vøllinum, nú dysturin í Parkini í Keypmannahavn skjótt verður bríkslaður í gongd.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder