Fótbóltur

- Eitt mál latið inn kann javnsetast við eitt tap

Í donsku miðlunum verður stórur dentur lagdur á málið hjá Klæminti Olsen, og donsku leikararnir - serliga Kasper Schmeichel iðra seg.

Schmeichel var ikki bert ónøgdur tá hann, 31 ár eftir pápa sín, lat mál inn móti føroyingum. Harvið er greitt, at danir ikki fara ígjøgnum undankappingina uttan at lata mál inn (Mynd: EPA)

Schmeichel var ikki bert ónøgdur tá hann, 31 ár eftir pápa sín, lat mál inn móti føroyingum. Harvið er greitt, at danir ikki fara ígjøgnum undankappingina uttan at lata mál inn (Mynd: EPA)

2021-11-12 23:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At fara ígjøgnum eina undankapping uttan at lata mál inn, er als ikki eitt tema hjá londum sum Føroyum, og Danmark hevur heldur ikki verið nær hesum fyrr. Hetta hevur tó verið eitt evni upp til hendna dystin, tí null mál í átta undankappingardystunum er ógvuliga flott.

Kasper Schmeichel, sterka verjuketan við Simon Kjær á odda, og danska liðið og fólki sum heild, kann tó ikki erpa sær av hesum longur.  

- Ódeyðileikin er knústur.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen eftir málið í Parkini (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta staðfestir Klaus Egelund, fótbóltsviðmerkjari, í kritiskari grein, har hann av álvara finst at breiddini á danska liðnum, at danska avrikinum og serliga grasinum í Parkini, sum hann skýrir undir alt lágmark. Teitur Gestsson, stakkalin, fekk hetta at merkja tá hann gleðir í samband við fyrsta málið, verður millum annað víst á.

Tað er tó hin málverjin, og hansara øði, sum fokus er á.

Í meira filosofiskari og hugleiðandi grein á TV2, undir heitinum "Schmeichels raserianfald sagde det hele, da Danmark satte punktum i Parken" verður víst á lemjandi árini, ið málið hjá 31-ára gamla húsavørðinum, ið er útbúgvin timburmaður, úr Rituvík hevði á Schmeichel og Parkina. Virði á dystinum var lágt, ot tað at Føroyar megnaðu at skora, verður sammett við at tapa dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder