Fótbóltur

Video: - Eg vil siga tað, at Klæmint skyldaði mær eitt mál

- Hugsaði ikki so nógv uttan at knalla bóltin innfyri og hopa uppá tað besta. Tað var ein fantstisk løta, sum vit sjálvandi skuldu njóta. Hetta sigur Jákup Biskopstø Andresen, sum legði upp til føroyska málið í Parkini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-11-13 00:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann ivaðist í, um hann skuldi taka bóltin og renna aftur móti miðjuni aftur fyri at fáa sett spælið skjótt í gongd aftur, men Petur Knudsen smekkaði bóltin upp til áskoðarar, Klæmint Olsen kastaði blusuna upp til áskoðarnar, og klaksvíkingurin  hugsaði so:

"At sjálvandi skulu vit njóta hesa løtuna - vit vóru eisini so hepnir at skora beint frammanfyri okkara áskoðarum, og tað var eitt fantistiskt løta.

Uppá tað seinna góða vinstrabeinsinnleggið hjá Jákupi Biskopstø Andreasen inannfyri ein minutt stútaði Klæmtin bóltin í danska málið, og tað skyldaði hann bara, heldur klaksvíkingurin skemtandi fyri.

- Hann er fullkomiliga frá verðini - hetta eru góðar myndir, sigur Jákup tá hann sær Kasper Schmeichel skelda í slow-motinum móti endanum av klippinum frá løtuni í Parkini, tá føroyingar tóku røðina við "cleen-sheets" frá Danmark.

Um avrikið annars sigur KÍ-liðformaðurin, at føroyska liðið stóð væl, gav fáar upplagdar málmøguleikar vekk, var óheppið í teimum báðum fyrstu málunum, var umráðandi at fáa eitt mál, og tað skal takast við til Ísrael, har tað sambært honum er góður møguleiki fyri góðum úrsliti, um líkanndi avrik verður at síggja. 

Dysturin í kvøld var tann fyrsti hjá Jákupi B. Andreasen frá byrjan á landsliðnum síðani 4-0 tapið fyri Ísrael í september, ið hann setur orð á til síðst í videonum - tað skal vaskast av mánadagin, sigur miðvallarin, ið stríddist væl í kvøld. Hann kom inn og gjørdi góðan mun í sigrinum á Moldova í september, var ikki við vegna skaðatrupulleikar í oktober, og spældi so 90 minuttir í sínum sjeynda A-landsdysti í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder