Fótbóltur

NSÍ steypavinnari á fyrsta sinni

Talan var um málríka finalu, har NSÍ allatíðina var omaná, men har innskiftir spælarar hjá HB hvør í sínum lagi royndi at fáa veruligan spenning í dystin, men har Heidi Sevdal við tveimum einstaklingamálinum í 2. hálvleiki endaliga avgjørdi dystin.

Laila Pætursdóttir og Heidi Sevdal fegnast her um eitt mál í Klaksvík. Tað eru nú NSÍ-kvinnarar, ið kunnu kalla seg steypavinnarar - Laila, ið hevur vunnið steypið við KÍ áður, skoraði til 2-0, og Heidi, sum hevur vunnið við EBS/Skála og HB, skoraði málini í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Laila Pætursdóttir og Heidi Sevdal fegnast her um eitt mál í Klaksvík. Tað eru nú NSÍ-kvinnarar, ið kunnu kalla seg steypavinnarar - Laila, ið hevur vunnið steypið við KÍ áður, skoraði til 2-0, og Heidi, sum hevur vunnið við EBS/Skála og HB, skoraði málini í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-13 18:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november í fjør tapti NSÍ steypafinaluna fyri KÍ, men í kvøld eydnaðist kvinnum hjá NSÍ at vinna steyp fyri fyrstu ferð. Í málríkari og lívligari finalu á Tórsvølli vunnu tær í gulum og svørtum 4-2 á HB.

NSÍ fekk tvey mál fyrra helmingin av fyrra hálvleiki. Tað fyrra í 12. minutti, eftir at Ansy Sevdal fekk fatur á leysum bólti í samband við hornaspark og smekkaði bóltin í HB-málið. Liðformaðurin hjá NSÍ varð kosin dagsins leikari. Tíggju minuttir seinni var tað Laila Pætursdóttir, ið sló til. 

Hóast 2-0 var HB væl við í dystinum, og frá byrjan í seinna hálvleiki varð Ása Stóra Carlsen sett á vøllin. Hetta gav beinanvegin úrslit, tí hon skoraði næstan beinanvegin. Sjarlotta Joensen helt ikki innleggið úr høgru, og so fylgdi Ása upp og minkaði um munin. Tríggjar minuttir seinni gjørdist munurin aftur tvey mál, tá Heidi Sevdal gjørdi bart. Stutt uttanfyri brotsteigin og nakað til høgru smekkaði nummar tíggju hjá NSÍ, sum er komin uppum 40 mál samanlagt í ár, til, og bólturin fór heilt yvir í longra málhorn.

HB, ið millum annað sendi endi KÍ út á vegnum til finalun, royndi at svara einum útjavnandi máli, men hóast nakrar góðar taktir so gjørdist tað sjálvdan heilt vandamikið fyri NSÍ, sum var vælskipað í verjustøðu. Ístaðin tók Heidi aftur sakina í egnar hendur, tá tíggju minuttir vóru eftir, rak inn í brotsteigin og avsluttaði væl til 4-1. 

So var so at siga avgjørt, tó at innskifta Elin Maria Isaksen, ið nakrar góðar álopsatgerðir í høgru síðu, stutt seinni gagnnýtti eina misskiljing í NSÍ-verjupartinum. Tað vóru tó NSÍ-leikararnir og áskoðarar teirra, ið settu sín dám á á Tórsvølli, tá Jákup Øssurson Mohr bríkslaði fyri seinastu ferð. Nakrar hava roynt hetta fyrr við øðrum feløgum, men søga varð skrivað í seinasta dystinum á árinum.

Eins og í fjør, endaði NSÍ á 2. plássi í Betrideildini, og síðani felagið fekk eitt lið í fremstu røð hjá kvinnum aftur, er tað vorið talan um eitt gull og trý silvurheiðursmerki - er endað í topp-tvey í øllum kappingunum.

[object Object]
(Skíggjamynd: Televarpið)

Steypafinalan hjá kvinnum 2021
Tórsvøllur 13.11
NSÍ - HB 4-2 (2-0)
12' Ansy Jakobsen 1-0
22' Laila Pætursdóttir 2-0
47' Ása Stóra Carlsen 2-1
50' Heidi Sevdal 3-1
80' Heidi Sevdal 4-1
82' Elin Maria Isaksen 4-2

Dagsins leikari: Ansy Sevdal

NSÍ (4-2-3-1): Sjarlotta Joensen - Sigrid Amelielsdóttir Jacobsen, Mirjam Huneck, Monika Sumberg Samuelsen, Hansina Joensen - Ansy Sevdal Jakobsen (L), Rúna Olsen - Laila Pætursdóttir (89' Kára Ingolfsdóttir Djurhuus), Heidi Sevdal, Maria Vinjardsdóttir Johansen (81' Dania Serafia Andrasdóttir Olsen) - Lena Olsen

Venjarar: Poul.N.Poulsen og Suni Ernstsson


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder