placeholder
Fótbóltur

Myndir: Fyrireiking í Ísrael

Ísraelsk mótstøða bíðar í annaðkvøld, tá seinasti HM-undankappingardysturin hjá landsliðnum á hesum sinni verður leiktur.

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

(Mynd: Hans Erik Danielsen)

2021-11-14 19:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði í dag seinastu venjing undan dystinum ímóti Ísrael í annaðkvøld. 

Kuldin í Parkini, har hóast 3-1 tap føroyska liðið vísti góðan hugburð, er skiftur út við stuttar buksur og sól í Ísrael.

Ferðalagið kom til Ísrael í gjár.

Hetta verður seinasti dysturin í HM-undankappingini á hesum sinni.

Dysturin verður leiktur á Nethanya leikvøllinum nærhendis Tel Aviv klokkan 21:45 lokala tíð, sum er klokkan 19:45 føroyska tíð.

Sí myndir, sum Hans Erik Danielsen frá FSF tók á Nethanya leikvøllinum í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder