Fótbóltur

Klæmint hevur javnað málmetið á landsliðnum

31-ára gamli rituvíkingurin skoraði sítt mál nummar tíggju í sínum landsdysti nummar 44 - øll málini eru komin innanfyri tvey og eitt hálvt ár. Rógvi Jacobsen hevur havt metið einsamallur í næstan fjúrtan ár.

Klæmint Andrasson Olsen eftir málið í Parkini (Mynd: Sverri Egholm)

Klæmint Andrasson Olsen eftir málið í Parkini (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-15 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Við einum klassiskum "Klæmint-máli" kom áleyparin upp á tíggju mál fyri føroyska A-landsliðið: Við aftaru stong fann hann pláss, leyp væl upp og møtti bóltinum við pannuni, við ferð, og so fluttust netmaskarnar. 

Hesaferð var tað á Nethanya leikvøllinum, nærhendis Tel Aviv í Ísrael, har innskifti Klæmint Andrasson Olsen drønstútaði eitt gott innlegg frá René Shaki Joensen í málið - tríggjar dagar eftir, at hann stútaði bóltin framvið Kasper Schmeichel í Parkini. Í hesum førum spældi Klæmint bóltin út á kantin sjálvur, og setti síðani ferð á og rann í einum boga til aftasta øki, har hann - millum tveir mótstøðuleikarar - var mest grammur og fremst, og so varð 2-2. Tíverri varð tað 3-2 løtu seinni

21. november tók Rógvi Jacobsen metið einsamallur, tá klaksvíkingurin í Modena, Italia, skoraði móti heimsmeistarunum - eisini við frálíkum stútara. Við hesum málinum yvirhálaði Rógvi Toda Jónsson, ið leingi hevði havt metið við níggju málum.

Tað er helst bara ein spurningur um tíð, áðrenn Klæmint, ið hevur skorað trý mál í undankappingini, kemur uppá ellivu mál. Fyrsta mál hansara á A-landsliðnum kom móti Spania í juni 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder