Fótbóltur

Væl vitjað skeið við Troels Bech

Umleið 60 venjarar nýttu høvið at taka lut á skeiðnum hjá roynda danska venjaranum Troels Bech, sum FSF skipaði fyri seinasta leygardag.

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar/FSF)

2021-12-01 20:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Farna vikuskifti var ein av royndastu venjarunum í donskum fótbólti á vitjan í Føroyum. Talan er um 55 ára gamla Troels Bech, ið millum annað hevur staðið á odda fyri AC Horsens, Silkeborg IF, FC Midtjyllandi og OB.

Harafturat var Troels Bech eitt tíðarskeið ítróttarstjóri í Brøndby IF, og hann hevur eisini spælt á hægsta støði í bæði Danmark og Týsklandi.

– Eg haldi at vit fingu nógv burturúr. Hann (red. Troels Bech) dugdi væl at greiða frá gerandisdegnum hjá einum Superligavenjara, og venjingin, ið hann hevði á vøllinum var góð, sigur Jákup á Borg, ið var ein av luttakarunum á skeiðnum.

Skeiðið við Troels Bech var ætlað venjarum við UEFA A- og B-venjaraprógvi, og teimum, sum í august mánað fóru undir A-venjaraútbúgvingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder