Fótbóltur

Video: Heilsaðu upp á koronarakta liðskiparan

Andrias Eriksen fekk ikki verið á Tórsvølli tá B36 vann steypafinaluna í gjár. Hann er raktur av koronu, og býr á Hotel Djurhuus í nakrar dagar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-05 07:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"Andy, hann er okkara... Andy, hann er okkara".

Tað gjørdist ein serstøk finala í gjárkvøldið hjá Andrias Eriksen, sum vanliga er liðskipari hjá B36. Hann varð fyrr í vikuni raktur av koronu, og er tí í sóttarhaldi á Hotel Djurhuus í nakrar dagar.

Eftir dystin, sum B36 sum kunnugt vann eftir brotssparkskapping ímóti NSÍ, gjørdu liðfelagarnir eitt legg oman til Hotel Djurhuus yviri við Strond, og heilsaðu upp á Andrias Eriksen sum stóð í kamarvindeyganum.

Sí upptøkuna omanfyri sum B36 hevur gjørt.

Við FM1 í gjárkvøldið segði Andrias Eriksen, at hann hevði verið ein biltúr á Niðara vøll meðan brotssparkskappingin var. Har stóð hann einsamallur og upplivdi steypafinaluna í fjarstøðu.

Sí eisini: Stór myndarøð: B36 fór avstað við øllum

Les eisini: B36 er steypavinnnari

[object Object]Andrias Eriksen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder