Fótbóltur

Árni Frederiksberg eigur ársins mál

Við 60 prosent av atkvøðunum er frísparksmálið hjá Árna Frederiksberg til 2-2 ímóti HB kosið ársins mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-23 18:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB helt seg hava sigurin í pottinum við støðuni 2-1, men í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat fekk KÍ fríspark á Árni Frederiksberg varð settur at skjóta.

Runavíkingurin á KÍ-liðnum gjørdi ikki mætari enn at seta bóltin í netið. Ein so vøkur og avgerandi frísparksperla at hyggjararnir hjá Televarpinum hava kosið tað at vera ársins mál.

Heili 60 prosent av hyggjarunum atkvøddu fyri júst hesum málinum

2-2 javnleikur gjørdi, at so at siga allur spenningurin um FM-heitið reyk.

Vinnarnir av kappingini hjá Televarpinum:
Poul Lamhauge vann einar Air Pods Pro
Vár Dam og Rúni Herup Olsen vunnu hvør sína landsliðstroyggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder