Hondbóltur

Myndir: Hoyvíkskvinnur leggja seinastu hond á fyrireikingarnar

Í morgin seinnapart bíðar sterk serbisk mótstøða í fyrru áttandapartsfinaluni í EHF Europa Cup.

(Mynd: H71)

(Mynd: H71)

2022-01-08 19:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

H71-kvinnurnar skulu seinnapartin í morgin í eldin. Mótstøðan er serbiska ZRK Naisa Nis, sum í løtuni er fjórðfremst í bestu serbisku deildini.

Hetta er fyrra áttandapartsfinalan millum liðini í EHF Europa Cup-kappingini, og dysturin byrjar klokkan 17:30 í morgin, føroyska tíð.

Returdysturin verður um eina vikum, tá liðini møttast aftur í Føroyum. Tað verður sunnudagin klokkan 14 í Høllini á Hálsi í Havn.

Hoyvíkskvinnur høvdu í dag sína seinastu venjing áðrenn dystin í morgin. Sí myndir, sum H71 hevur tikið, niðanfyri.

Dysturin í morgin kl. 17:30 sæst ókeypis her. Leinkja verður eisini at finna á forsíðuni á Portalinum í morgin seinnapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder