Hondbóltur

HM-undankapping: 22 leikarar í hópinum fyribils

Skorið verður eftir ætlan niður mikudagin. 16 leikarar eru í hópinum til hvønn dyst, og so kunnu tvær útskiftingar gerast millum dystirnar, ið eru tríggir í tali. Seks av teimum 22 spæla til dagliga í føroyskum hondbólti.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2022-01-10 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Peter Bredsdorff-Larsen hevur fyri lítlari løtu avdúkað, at 22 leikarar verða í hópinum fram til íhvussu er mikudagin. Hetta orsakað av skaða- og koronustøðuni og fyri at framhaldandi at hava nógvar møguleikar.

Hóast seks leikarar ikki koma við til fyrsta dystin, móti Luksemborg fríggjdagin, so kunnu tveir skiftast inn til dystin leygardagin, og tvær útskiftingar í hópinum kunnu aftur gerast til sunnudagin.

Áhugavert er, at 16 av teimum 22 til dagliga spæla uttanlands - tó var nýggi landsliðsvenjarin inni á, at hann ynskir, at fleiri fara á uppaftur hægri støði skjótt, og at hetta er neyðugt fyri at flyta seg víðari sum hondbóltsstjóð.

Hópurin

Málverjar: 

Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil
Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)
Pauli Jacobsen, H71

Vinstru vengur: 
Leivur Mortensen, Odder (DEN)
Sjúrður Olsen, Tønder
Rói Berg Hansen, HØJ

Høgru vengur: 
Hákun West av Teigum, Skanderborg (DEN)
Nicklas Bertram Selvig, KÍF 
Allan Norðberg, KA (ÍSL)

Strikur:
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavenger (NOR)
Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)
Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)
Pætur Mikkjalsson, KA (ÍSL)

Rógvi Dal-Christiansen hevur sjálvur boðað frá, at hann ikki er tøkur

Bakkar: 
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)
Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR) 
Kjartan Johansen, Önnereds (SVØ)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof (SVØ)
Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)
Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)
Pauli Mittún, H71
Peter Krogh, H71
Filip Jojic, VÍF

Meira frá tíðindafundinum seinni

Føroyska manslandsliðið spælir tríggjar dystir í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Hetta er fyrsta stigið í HM-undankappngini. Nummar eitt og tvey í bólkinum spæla seg víðari til eitt play-off umfar.

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(Italia - Luksemborg)


Dagført: 10.31


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder