Hondbóltur

Hoyvíkskvinnur á odda við trimum málum í hálvleikinum

Vælspældur fyrri hálvleikur á Hálsi – við hetta lag eru hoyvíkingar í fjórðingsfinaluni.

Rannvá Olsen skoraði seks mál í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Rannvá Olsen skoraði seks mál í fyrra hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 14:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tykist, sum bæði liðini hava fingið betri skil á verjuspælið í dag. Støðan í hálvleikinum í áttandapartsfinaluni millum H71 og Naisa Nis úr Serbia, er 16-13 til H71.

Talan er um rættin at sleppa í fjórðingsfinaluna í EHF European Cup. H71 klárar víðari luttøku við javnleiki ella tapa við einum máli.

H71 byrjaði dystin best, og helt seg frammanfyri eina góða løtu. Ikki fyrr enn einir 10 minuttir vóru farnir, eydnaðist tað serbunum at heinta hoyvísleiðsluna innaftur í fyrstu syftu.

Yvirhøvur tykist spælið hjá H71 betri skipað, meðan serbisku kvinnurnar hava gjørt nógv fleiri mistøk í álopsspæli. Verjuspælið var munandi betri, og harvið eisini málmansspælið.

Orsøkin til at H71 ikki er nógv meira frammanfyri er, at tær hava kiksað fleiri møguleikar, einsamallar við málverjanum.

Spælið í fyrra hálvleiki var rættiliga javnt, men beint undan støðginum kom H71 inn í ein góðan stima, og fekk lagt seg framum við trimum málum.

Eitt framúr útgangsstøði til seinastu 30 og avgerandi minuttirnar um rættin at koma í fjórðingsfinaluna í EHF European Cup.

Málskorarar hjá H71 í 1. hálvleiki:

Rannvá Olsen 6
Jana Mittún 4
Brynhild Pálsdóttir 3
Maria H. Weyhe 2
Vár B. Zachariassen 1

Støður í fyrra hálvleiki:
05. min: 3-1
10. min: 6-5
15. min. 7-8
20. min. 9-10
25. min. 13-12
30. min. 16-13

Myndir: Sverri Egholm

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder