Hondbóltur

Føroyar sigraðu á Italia eftir stórt hondbóltsdrama á Hálsi

Teis Horn Rasmussen skoraði til 27-26, tá 23 sekund vóru eftir, og so megnaðu verjan og Pauli Jacobsen at verja fyri í síðsta álopinum. Nú er alt púra opið í HM-undankappingarbólkinum.

Teis Horn Rasmussen gjørdist avgerandi fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

Teis Horn Rasmussen gjørdist avgerandi fyri Føroyar (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-15 21:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar vóru á odda meginpartin av seinna hálvleiki, serliga orsakað av frálíkum málmansspæli frá Paula Jacobsen fyrsta partin av hálvleikinum, og av skjótum og djarvum álopsspæli frá - í stóran mun - heilt ungum leikarum. 

Italia fekk tó hálað inn, legði seg á odda, men føroyingar reistu seg enn einaferð eftir eitt timeout, og seinastu løtuna vóru okkara kaldari

Tøl niðanfyri  - samrøður og annað niðanfyri

HM-undankapping, 2. umfar 
Leygardagur 15.01, Høllin á Hálsi 

Føroyar - Italia 27-26 (11-13)

Føroyska byrjanaruppstillingin: Pauli Jacobsen – Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Helgi Hildarson Hoydal, Rókur Akralíð, Tróndur Mikkelsen, Rói Berg Hansen

Teir ið spældu mest í 2. hálvleiki: Pauli Jacobsen – Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Pauli Mittún/ Teis Horn Rasmussen, Tróndur Mikkelsen, Rói Berg Hansen

Málskjúttar (mál/skot):
Tróndur Mikkelsen 7/11
Hákun West av Teigum 6/7
Vilhelm Poulsen 3/5
Rói Berg Hansen 3/5
Teis Horn Rasmussen 2/2
Peter Krogh 2/3
Pauli Mittún 2/4
Filip Jojic 1/1
Jónas Gunnarson Djurhuus 1/1

Bjargingar:
Pauli Jacobsen 15/40

Dystargongdin:
5 min: 0-0
10 min: 2-1
15 min: 5-5
20 min: 7-6
25 min: 10-10

35 min: 15-14
40 min: 18-15
45 min: 20-17
50 min: 21-22
55 min: 23-24

Útvísingar:
Føroyar: 5
Italia: 2

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Luksemborg 3 stig 
Føroyar 2 stig 
Italia 2 stig
Lettland 1 stig 

Í morgin - 16/1:*
15.30: Luksemborg - Italia
18.00: Føroyar - Lettland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder