Fótbóltur

Michal Przybylski aftur í B36

Eftir at hann í fjør spældi við grannunum í HB, verður 24 ára gamli Michal Przybylski aftur at síggja í hvítum hetta kappingarárið.

Michal Przybylski aftur at síggja í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski aftur at síggja í B36 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-23 21:16 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv ikki meira enn eitt ár í HB hjá 24 ára gamla Michal Przybylski. Nú hevur hann aftur skrivað undir við B36, og verður at síggja í hvítum hetta kappingárið.

Hesum boðar B36 frá í kvøld.

Michal kom til B36 á sumri í 2018 og leikti við B36 til og við kappingarárið 2020, tá hann fór til grannarnar í HB at spæla.

Michal Przybylski hevur áður eisini umboðað B36 og Skála í bestu mansdeildini.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object](Mynd: B36)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder