Hondbóltur

Team Klaksvík vann lykladystin móti StÍF

Heimaliðið hevði eina leiðslu á fleiri mál ígjøgnum so at siga allan dystin, men tað gjørdist heilt spennandi móti endanum. Team Klaksvík hevur nú eina frástøðu á tvey stig til StÍF og er á hálvfinalukós. Neistin tapti aftur fyri H71 og er fimm stig frá fjórða plássinum.

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti fyri Team Klaksvík í gjárkvøldið - fleri ferðir høgri bakspælarin bóltin í netið (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

Vuk Stevanovic gjørdist toppskjútti fyri Team Klaksvík í gjárkvøldið - fleri ferðir høgri bakspælarin bóltin í netið (Savnsmynd - Jens Kr. Vang)

2022-02-25 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað gjørdist eitt satt hondbóltsdrama í Badmintonhøllini í gjárkvøldið, har Team Klaksvík tók ímóti StÍF, og har fjórða plássið í Burn-deildini, ið gevur atgongd til hálvfinaluna, stóð uppá spæl. 

Tað sá annars leingi út til, at talan fór at verða um ein rímiliga tryggan Team Klaksvík-sigur. Heimaliðið legði seg beinanvegin á odda og uppbygdi sær eina størri leiðslu í seinnu hálvu av hálvleikinum, sum kom heilt upp á fimm mál, tá Vilhelm Vilhelmsen skoraði til 17-12 fimtan sekund fyri steðgin. Hetta vísur á, at Team Klaksvík, sum í stóran mun spældi sjey ímóti seks í álopinum, ikki hevði trupulleikar við at skora móti StÍF, og verjan og David Henigman stóðu væl í hinum endanum.

Heimaliðið byrjaði eisini seinna hálvleik væl, og liðið hjá Heina Hanusarson hevði ikki trupulleikar við at halda leiðsluni fyrstu løtuna. Men StÍF hevði stórliga tørv á stigunum, og teir av vestara armi á Skálafjørðinum stríddu seg innaftur. Munurin varð trý mál, tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, og hóast Team Klaksvík svaraði væl aftur, og David í málinum hevði fleiri stórbjargingar, so gjørdist tað spennandi seinastu løtuna.

StÍF fekk bilbukt við sjey ímóti seks spælið hjá Team Klaksvík við millum annað at fara í eina 5-1 verju, og heldur seiga álopsspælið hjá klaksvíkingum eydnaðist ikki meira. Eli Gærdum gjørdist eisini meira eyðsýndur í málinum hjá StÍF og strandingurin, við einari fortíð í Team Klaksvík, skoraði eisini einaferð í tómt mál. Júst kontra og at skora í tómt mál eydnaðist nakrar ferðir hjá StÍF, men Team Klaksvík helt fram við yvirtalsspælinum. Seinastu minuttirnar var tað bert ungi strikuleikarin, Jan Eli Ragnarsson, ið skoraði (tvær ferðir) og talan var um ógvuliga virðismikil mál, tí munurin gjørdist bert eitt mál, tá samanumkom - hóast støðan var 27-22, tá seks og ein hálvur minuttir var eftir.

StÍF spældi væl seinastu løtuna, men í síðsta álopinum stóð Team Klaksvík - ið var í undirtali - væl í verjupartinum. Útiliðið kom ikki til skot, bólturin varð fangaður, tá eitt innspæl varð roynt til strikuna, og so var rómur á teimum flestu í høllini. Nú trý umfør eru eftir, liggur Team Klaksvík fyri fyrstu í søgu felagsins til hálvfinalupláss. Team Klaksvík og StÍF vóru jøvn í stigum undan dystinum, men nú liggur fyrimunurin av álvara í Klaksvík - bæði hava lykladyst móti Neistanum fyri framman.

Dómaraseðilin frá dystinum sæst her

H71 skoraði 37 ferðir

Oddaliðið í Burn-deildini gjørdist steypavinnari leygarkvøldið við knúsandi sigri á Neistanum. Liðini hittust aftur á sama staði í gjárkvøldið, og hóast Neistin var væl betri við hesuferð - og av álvara fekk gongd á málskjótingina - so var H71 bara betri, og hoyvíkingar fóru frá, sum seinni hálvleikur leið, og vunnu við sjey málum.

Ágúst Ingi Óskarsson fekk als ikki sítt spæl at koyra í finaluni, men íslendingurin skoraði heili fjúrtan ferðir í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið. Blaðungi Óli Mittún, ið helst skal til tvey EM-endaspøl í summar, gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Hoyvíkingar hava beina kós móti fyrsta plássinum í grundspælinum.

Dómaraseðilin frá dystinum sæst her

Áhugavert var at síggja, at skaddi Rasmus Søby stóð sum høvuðsvenjari hjá Neistanum. Samstarvið við íslendingin Arnar Gunnarsson støðgaði stutt eftir vanlukkuligu steypafinaluna leygarkvøldið. Hann førdi eisini Neistan til steypafinaluna í fjør.

Neistin skal nú royna at fáa fatur á StÍF og Team Klaksvík. Áðrenn lykladystirnar í Klaksvík og á Skála fyrst í mars bíðar ein uppgávu í Vestmanna sunnudagin. Neistin er í løtuni fimm stig frá fjórða plássinum, men hevur spælt tveir færri dystir enn Team Klaksvík. 

Øll støðan og dystarskráin í Burn-deildini sæst her

Burn deildin 
Hósdagin 24.02

Team Klaksvík - StÍF 28-27 (16-11)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic og Bjarni í Selvindi 9 mál


Neistin - H71 30-37 (14-16) 
Toppskjúttar: Ágúst Ingi Óskarsson 14 mál, Óli Mittún 8 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder