Fótbóltssambondini í Póllandi og Svøríki hava boðað frá, at tey ikki ynskja at spæla HM-undankappingardyst móti Russlandi í mars.
Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina.
Svenska fótbóltssambandið heitir í fráboðan á altjóða fótbóltssamgonguna, Fifa, um at koyra Russland úr undankappingini. Lagt verður afturat, at Svøríki ikki fer at spæla ímóti Russlandi, óansæð hvørja avgerð Fifa tekur.
– Vit hava ilt við at trúgva, at Fifa ikki fer at fylgja okkara áheitan. Russland kann ikki luttaka, so leingi hesin ørskapurin fyrigongur.
Tað er ikki bara av moralskum orsøkum, at Russland eigur at verða útihýst, sigur Karl-Erik Nilsson, forseti í svenska fótbóltssambandinum. Tað er eisini ein spurningur um trygd, eisini hóast dysturin verður fluttur til ein neutralan vøll, sigur hann.
Pólland skuldi eftir ætlan hitta Russland í Moskva 24. mars, men pólska fótbóltssambandið hevur boðað frá, at tað verður av ongum.
Robert Lewandowski, liðskipari á pólska landsliðnum sigur í dagføring á Twitter, at hetta var ein røtt avgerð.
Hann sigur seg ikki kunna ímynda sær at spæla ímóti russiska landsliðnum í núverandi støðu. Hann leggur tó dent á, at russiskir leikarar og fjepparar ikki kunnu ábyrgdast fyri tað, sum er hent, men tað ber ikki til at lata sum einki.
32 lið luttaka í HM, sum verður í Katar í døgunum 21. november til 18. desember. 17 av liðunum eru enn ikki funnin.
Sambært Ritzau hevur Fifa enn ikki tikið støðu til dystirnar í Russlandi, men evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa hevur avgjørt, at allir heimadystir hjá russiskum og ukrainskum feløgum fyribils skulu spælast á neutralum vølli.
Les eisini: Champions League finalan flutt úr Russlandi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald