Annað

Høgni og Luitjen á odda

Nú tvey umfør eru telvað av føroyameistarakappingini í talvi, eru tað Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum hava lagt seg á odda í landsliðsbólkinum. Júst hesir báðir hava fyrr verið stavn um stavn í kapping um føroyameistaraheitið.

Luitjen Akselsson Apol skuldi í gjár royna seg við svarta fólkinum móti Torkili Nielsen, og vann hann sannførandi.

Luitjen Akselsson Apol skuldi í gjár royna seg við svarta fólkinum móti Torkili Nielsen, og vann hann sannførandi.

2022-04-11 08:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var fyri tveimum árum síðani í 2020, tá teir endaðu javnir í kappingini. Í umdystinum var Høgni Egilstoft Nielsen tó sterkari og gjørdist tá føroyameistari fyri aðru ferð.

Sigast má, at Høgni Egilstoft Nielsen hevur havt ein hendingarríkan dag. Talvið hjá honum móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen byrjaði ikki fyrr enn kl. 19.00, meðan hini talvini vóru byrjaði kl. 14.00. Grundin til hetta var, at Høgni skuldi spæla fótbólt í Betrideildini, har liðið hjá honum 07 Vestur vann 1-0 á heimavølli fyri B68. Og talan gjørdist um góðan dag hjá Høgna. Hann gjørdist nevniliga matchvinnari í dystinum móti B68, tá hann skoraði einsamalla málið langt inni í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Síðani gekk leiðin norður til Eiðis, har hann var sannførandi móti Carl Eli. Hann vann sær heilt tíðliga í talvinum ein greiðan fyrimun, og Høgna líkt, so helt hann rimmarfast um henda fyrimunin og telvaði ein tryggan sigur heim.

Luitjen Akselsson Apol, sum fekk ein góðan sigur í 1. umfari, skuldi í gjár royna seg við svarta fólkinum móti Torkili Nielsen. Tað gjørdi hann eisini í síðsta umfarinum í landskappingini, tá hann vann sannførandi. Og júst sannførandi var ungi maðurin aftur hesa ferð. Hann vann sær ein lítlan fyrimun tíðliga í talvinum, og við neyvari telving gjørdist hesin fyrimunurin størri og størri. Luitjen gjørdi tó ein stóran feil á vegnum, sum javnaði støðuna út, men Torkil fann ikki rætta leikin, og so var Luitjen eirindaleysur og koyrdi sigurin heim.

Rógvi Egilstoft hevði eisini møguleika at standa við fullari úrtøku eftir fyrstu tvey umførini, men í gjár snávaði hann við hvíta fólkinum móti Hans Kristiani Simonsen. Eftir eina javna byrjan telvaði Rógvi annars leingi sannførandi, og eftir 30 leikir hevði hann vinnandi fyrimun. Her var Rógvi tó endaður í tíðarneyð, og tá gjørdist hann óneyvur. Fyrimunurin, hann hevði vunnið sær, bleiv nú púra útjavnaður. Men tá teir báðir telvararnir rundaðu 40 leikir og fingu meira tíð, megnaði Rógvi enn eina ferð at vinna sær greiðan fyrimun, men bert í fáar leikir. Tá sandavágsmaðurin í 48. leiki flutti finnu e7, reyk fyrimunurin. Hetta vísti seg at vera ein stórur feilur, og nú var tað kollfirðingurin, Hans Kristian Simonsen, sum var við yvirlutan. Hans Kristian takkaði fyri og telvaði trygt restina av vegnum. Við sigrinum hevur hann nú 1½ stig og er í hølunum á teimum báðum oddamonnunum.

Í seinasta talvinum hevði Rani Nolsøe hvíta fólkið móti Willa Olsen. Her var tað Rani, sum hevði fyrimun fyrstu rímiliga nógvu leikirnar, men tá telvararnir rundaðu 30. leik var støðan blivin púra jøvn. Í støðuni hevði Rani tó kvalitet, men henda kvalitetin hevði Wille møguleikan at fáa aftur fáar leikir seinni. Hann fann tó ikki rætta leikin, og so hevði Rani aftur greiðan fyrimun. Hesa ferð lat hann ikki við seg koma og vann trygt.

Í dag møtast brøðurnir Høgni Egilstoft Nielsen og Rógvi Egilstoft, sum vóru at meta sum favorittar undan kappingini. Luitjen Akselsson Apol, sum liggur fremstur saman við Høgna, hevur í dag hvíta fólkið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Hans Kristian Simonsen, sum í løtuni er nærmasti kappingarneytin hjá teimum báðum oddamonnum, hevur hvíta fólkið móti Rana Nolsøe. Í seinasta talvinum Wille Olsen hvítt móti Torkili Nielsen.

Heðin er flúgvandi
Í 1. bólki er tað Heðin Gregersen, sum hevur lagt seg einsamallan á odda. Fyrradagin koppaði Heðin hægst styrkismetta telvaranum, Herluf Hansen, við svarta fólkinum, og í gjár var túrurin so komin til sera evnaríka Jón í Horni Nielsen, sum eisini hevði vunnið sítt talv fyrradagin.

Tað gekk javnt á fyrstu longu løtuna av talvinum, men brádliga var Jón í Horni Nielsen óneyvur tvær ferðir innan fáar leikir, og so hevði Heðin Gregersen stóran fyrimun við bispaparinum og eini finnu fleiri móti róki í endatalvi. Her var Heðin ísakaldur og telvaði ein tryggan sigur heim.

Bæði Andrias Danielsen og Janus Skaale kundu eisini enda dagin við tveimum stigum samlað, men hvørgin teirra fekk fulla úrtøku í gjár. Andrias Danielsen fekk javnleik móti Herluf Hansen eftir 55 leikir í einum talvi, sum var sera javnt allan vegin, meðan Janus Skaale tapti fyri Heiðriki T. Jacobsen, sum fekk sín fyrsta sigur. Tað sama gjørdi Margar M. Berg, sum vann við hvíta fólkinum móti Boga Hansen Eliasen.

Í dag er toppdystur á skránni, tá Andrias Danielsen við hvíta fólkinum møtir oddamanninum, Heðin Gregersen. Andrias er bert ½ stig aftan fyri Heðin.

Tríggir við fullum stigatali
Í almenna bólkinum eru tað nú tríggir av telvarunum, sum renna undan hinum. Rógvi Mørkøre, Brandur Højgaard og Ingolf Debes vunnu allir sannførandi í gjár og liggja tí fremstir við tveimum stigum.

Ratingfavoritturin, Flóvin M. Tummasarson, snávaði og fekk bert ½ stig við svarta fólkinum móti Silas G. Hannesarson, men Flóvin skal vera glaður fyri hálva stigið, hann fekk í gjár. Silas telvaði nevniliga sannførandi stóran part av vegnum og hevði fullkomiliga vunna støða, tá hann brádliga gjørdi ein stóran feil. Hetta javnaði talvið út, og lítla løtu seinni samdust teir báðir um javnleik.

Í dag hittast Rógvi Mørkøre og Brandur Højgaard í oddadysti.

Favorittarnir eru nú fremstir
Í unglingabólkinum eru tað nú teir fýra favorittarnir, sum liggja fremstir eftir dagsins talv. Rógvi Heinason Olsen, Markus Jacobsen, Jónas Sólsker og Poul Thomsen, sum eru teir fýra í unglingabólkinum við hægsta styrkitalinum vunnu nevniliga allir síni talv í gjár, og tí koma teir at møtast í innanhýsis talvi í dag.
Her hevur Jón Sólsker hvítt ímóti Rógva Heinason Olsen, meðan Markus Jacobsen hevur hvítt ímóti Poul Thomsen.

Úrslit frá kappingini kunnu síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder