Annað

FM finalistarnir í einmansleiki í badminton funnir

Greitt er longu nú, at tað verður ein nýggjur føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tí ongin av finalistunum hevur áður verið føroyameistari.

2022-05-13 11:38 Author image
Innsent
placeholder

Innleiðandi umførini í einmansleiki í FM í badminton blivu leikt hóskvøldið, har fyrstu finalistarnir til Kontrast FM finaludagin komandi leygardag blivu funnir.

Greitt er longu nú, at tað verður ein nýggjur føroyameistari hjá bæði kvinnum og monnum, tí ongin av finalistunum hevur áður verið føroyameistari.

Eisini er greitt, at hjá bæði kvinnum og monnum verður tað ein leikari frá Havnar Badmintonfelag, ið skal kappast ímóti leikara frá ávíkavist Klaksvíkar Badmintonfelag hjá kvinnum og úr Miðvágs Badmintonfelag hjá monnum.

Miriam og Bjarnhild í finaluna hjá kvinnum
Eftir eina spennandi hálvfinalu í trimum settum vann Bjarnhild í Buð Justinussen úr KBF á Sonnu Thorkildshøj úr HBF, meðan Miriam í Grótinum úr HBF vann sannførandi á Adhya Nandy í tveimum settum.

Sostatt verður tað Klaksvíkin ímóti Havnini hjá vaksnu kvinnunum, har Bjarnhild luttekur á fyrsta sinni, meðan Miriam tapti finaluna í einmansleiki í fjør.

Jónas og Árant í finaluna hjá monnum
Jónas Djurhuus úr HBF vann sær tað eina plássi í finaluni við at vinna eina spennandi hálvfinalu í trimum settum á Magnus Dal Christiansen, sum í fjør tapti finaluna ímóti Niklas Eysturoy.

Jónas møtir Árant á Mýruni úr MBF, tá hann í hinari hálvfinaluni vann á Rúna Øster. Árant er búsitandi í Danmark, har hann er í lestrarørindum.

Dýrabiðidag verða hinir finalistarnir funnir
Í tvímansleiki hjá monnum og kvinnum umframt í blandaðum tvímansleiki verða innleiðandi umførini leikt Dýrabiðidag. Byrjað verður klokkan 13 í Badmintonhøllini í Havn. Øll eru vælkomin sum áskoðarar.

Serliga spennandi verður at síggja, hvussu Erland Poulsen og Fai Yin Wong fara at klára seg í kappingini hjá monnum í tvímansleiki.

Leikandi venjarin hjá HBF Wong hevur áður verið á Topp 50 ranglistanum í tvímansleiki hjá Badminton World Federation, meðan Erland er garvaður badmintonleikari við royndum frá fleiri oyggjarleikum.

Stóri Finaludagurin í Kontrast FM í Hoyvíkshøllini
Leygardagin frá klokkan 10 verða finalurnar í FM í badminton leiktar í Hoyvíkshøllini, har Kringvarp Føroya fer at sjónvarpa beinleiðis frá finalunum í einmansleiki seinnapartin.

Finaludagurin er aftur í ár skipaður saman við Judo og Borðtennis, har tey trý sersambondini eisini fyriskipa FM Gallaveitslu leygarkvøldið sum ein endi á FM finaludegnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder