Annað

Flogbóltur: Føroyar leggja fyri ímóti San Marino í dag

Føroyar og San Marino spæla í fyrsta dystinum í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið kl. 17.

A-landsliðið í flogbólti (Mynd: Flogbóltsamband Føroya)

A-landsliðið í flogbólti (Mynd: Flogbóltsamband Føroya)

2022-05-13 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í dag klokkan 17 verður fyrsti dysturin í kappingini um evropeiska smálandameistaraheitið í flogbólti.

Tá tekur Føroyar ímóti San Marino í Høllini á Hálsi.

Seinast Føroyar hittu San Marino var í EM-kapping í 2008, tá Føroyar vunnu 3-1.

Klokkan 20 í kvøld spæla Ísland og Skotland. Skotland vann kappingina seinast, tá hon eisini var í Føroyum. Tað var í 2019.

Skotland tapti tó tá 3-1 fyri Íslandi. Men av tí at Íslandi tapti fyri Føroyum, sum aftur tapti fyri Skotlandi, endaði Skotland við at vinna kappingina uppá betri settmun enn hini, tá fínteljingin hevði verið.

Teir, ið manna føroyska liðið eru:

  • Stefan Rosenlund (Mjølnir)
  • Bjarni Joensen (SÍ)
  • Filip Ilic (ÍF)
  • Matias Nolsøe Isaksen (Fleyr)
  • Thorvald Danielsen (Mjølnir)
  • Áslakur Holm (ÍF)
  • Tróndur Høgnason Hansen (Amager Volley Elite)
  • Dávið Hentze (Fleyr)
  • Jóhan Arni Elisson Wang (Mjølnir)
  • Teitur Eliasen (ÍF)
  • Páll Heðin í Grund (Mjølnir)
  • Silas Poulsen (SÍ)
  • Símun H. Poulsen (Mjølnir)
  • Niels Niclasen (Fleyr)

Venjari: Jens Bang
Hjálparvenjarar: Boban Ilic og Cristian Imhoff

Skráin fyri kappingina:

Fríggjadagin 13. mai:
Kl. 17.00 Føroyar - San Marino
Kl. 20.00 Skotland - Ísland

Leygardagin 14. mai:
Kl. 14.00 Ísland - San Marino
Kl. 17.00 Skotlan - Føroyar

Sunnudagin 15. mai:
Kl. 14.00 San Marino - Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland

Umframt at tað ber til at hyggja eftir dystunum í Høllini á Hálsi, verða teir eisini stroymdir her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder