Annað

18 føroysk ítróttafólk á Special Olympics festivali

Fyrstu ferð at onnur enn fimleikarar úr Føroyum, eru við á hesum festivali, sum um vikuskiftið hevur verið í Kolding.

2022-05-22 12:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

18 Føroysk ítróttarfólk luttaka á ársins Special Olympics festivali í Kolding.

“Lat meg vinna. Men vissi eg ikki kann vinna, lat meg so hava dirvi at royna”.

Tað var Erla Marr Erlandsdóttir, ið las Special Olympiska eiðin á førosykum til setanina av ársins Special Olympics ítróttarfestivali ið er í Kolding hetta vikuskifti.

18 føroysk ítróttafólk luttaka í festivalinum hesaferð, í ítróttagreinunum frælsum ítrótti, boccia, bowling, badminton og rútmiskum fimleiki.

Luttakaratalið á ársins SO festivali liggur um 1.300, harav omanfyri 300 koma úr øðrum norðurlondum enn Danmark.

Umframt kappingar, bjóðar ítróttarfestivalurin uppá ókeypis heilsukanning, heilsuráðstevnu, og annars tað mesta av tí vit vanliga seta í samband við festivalar, við tónleiki og veitsluhýri.

Festivalurin varð settur fríggjakvøldið, leygarmorgunin var flokking, og kappingarnar hildu á fram til nú á middegi sunnudag.

Hetta er fyrstu ferð at aðrir føroyskir íðkarar enn fimleikarar luttaka á festivalinum, men eru øll á einum málið at hetta neyvan verður seinasta ferðin.

Tey, ið hava luttikið í ársins festivali eru:

Badminton: Oddur Gleðisheygg (ÍF)

Fimleikur: Sofía Øregaard, Eyð Patursson, Jenny Thomsen, Rúna Falkvard, Rannvá Falkvard, Brestir Gåsedal og Súsanna Johannesen (øll úr fimleikafelagum Ljósið)

Frælsur ítróttur: Aron av Rana, Símun Foldbo og Jóanis í Dalinum (miðnám á Kambsdali)

Boccia: Elvin Weihe, Eli Olsen, René Lið Thomsen og Sjúrður Hússgarð (ítróttafelagið Svanur)

Bowling: Erla Marr Erlandsdóttir, Durita Strøm og Alexander Mittún Darvichi (ítróttafelagið Smæran)

Tað er Special Olympics deildin undir Parasport Føroyar, ið samskipar túrin. Ferðalagið kemur aftur til Føroyar í dag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder