Fótbóltur

Myndir: Málleysur toppdystur í Norðragøtu

Víkingur má ásanna, at tað er torført at skora mál móti KÍ. Hinvegin vóru klaksvíkingar als ikki so sannførandi sum áður í kappingini, og megnaðu heldur ikki at fáa nakað mál. Nógvir áskoðarar vóru komnir til dyst í góðveðrinum, sí myndir.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-05-22 17:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað kom ongantíð nakað mál í toppdystinum millum KÍ og Víking í Norðragøtu seinnapartin. Hetta var dysturin, har tað kundi farið báðar vegir. Vann Víkingur, kundu teir hála nakað inn á KÍ, og vunnu gestirnir, so var føroyameistaraheitið helst avgjørt.

Heimaliðið trýsti stóran part av dystinum, men bólturin vildi ikki inn.

Men málleysi javnleikurin hevur við sær, at stigamunurin er júst hin sami sum áðrenn hetta umfarið. Hetta er tó fyrstu ferð, at KÍ setur stig til í einum dysti.

KÍ hevur 31 stig á fyrsta plássið og Víkingur seks færri á øðrum plássið, 25 stig.

Sí myndir, sum Jens Kristian Vang tók í Sarpugerði í dag:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder