Fótbóltur

Skifta graslíki á Argjum

Leikarar og viðhaldsfólk hjá AB hava um vikuskiftið arbeitt við at taka gamla graslíkið av vøllinum, og í vikuni verður farið undir at gera undirlagið klárt til nýggja graslíkið.

(Mynd: Argja Bóltfelag)

(Mynd: Argja Bóltfelag)

2022-05-22 23:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Farið er nú undir at skifta graslíkið á fótbóltsvøllinum hjá AB á Argjum. 

Leikarar og viðhaldsfólk hjá AB hava alt vikuskiftið arbeitt við at taka gamla graslíkið av vøllinum. Hetta arbeiðið hevur gingið væl. Veðrið hevur verið framúr gott í vikuskifttinum, og tað hevur gjørt tað sera hugaligt hjá øllum fólkunum kring AB at fáa hendan partin av arbeiðnum frá hondini.

Í vikuni verður farið undir at gera undirlagið klárt til nýggja graslíkið, og síðani skal belegningurin leggjast á. Alt arbeiðið fer samanlagt at taka nakrar vikur, áðrenn vøllurin verður klárur aftur til venjing og til dyst. Í hesum tíðarbilinum hava liðini hjá AB funnið sær aðrar vallir at venja á. Dystir skulu eisini spælast, og her hava AB og FSF skipað so fyri, at nærum eingir heimadystir eru á skránni hesar vikurnar, tá vøllurin ikki er tøkur á Argjum. Bert vera nakrir fáir heimadystir hjá AB í yngru deildunum spældir í Gundadali. 

Graslíkið, sum verður lagt á vøllin á Argjum, er av slagnum DOMO og kemur úr Hollandi. Føroya Møblasøla er veitari av graslíkinum.

Talan er um ein vøll, sum umframt sand eisini hevur børk sum ífyllu. Hetta er munandi meira umhvørvisvinarligt enn gummigranulat, ið annars hevur verið vanligt at nýta til slíkar vallir í Føroyum.

Gamla graslíkið, sum nú verður tikið av, bleiv lagt á í 2010. Hetta er sostatt 12 ára gamalt, og var rættiliga nógv slitið. Tískil var hart tiltrongt at fáa nýtt graslíki lagt á vøllin á Argjum. 

Akkurát nær vøllurin verður liðugur er ikki heilt greitt. Um alt gongur væl, skuldi verið klárt at spæla bólt á Argjum aftur, tá komið er út í seinnu helvt av juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder