Fótbóltur

Jonas Dal: Ómøguligt at siga nei til FCM-tilboðið

- AB stendur á tryggari grund, fyri tað um meg fari.

Jonas Dal Andersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jonas Dal Andersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-06-15 11:48 Author image
Ólavur Waag Høgnesen
placeholder

– FC Midtjylland-prosjektið er so stórt, vilt og spennandi, at tað bar ikki til at siga nei takk til tilboðið um starv, sigur Jonas Dal Andersen, sum frá 1. august tekur við starvi í felagnum á jútsku heiðini.

At hann sjálvur hevur bæði spælt og arbeitt í felagnum dró ikki frá, eins lítið og tað, at hann nú kemur nærri familjuni aftur.

Jonas Dal Andersen fer at hava høvuðsábyrgdina av samstarvinum við nigerianska samstarvsfelagið FC Ebedai.

– Nú verður uppgávan at hava meira beinleiðis samband við FC Ebedai, so rekrutteringin haðani kann mennast, og nigeriansku leikararnir gerast uppaftur meira sjónligir í FC Midtjyllandi, sigur fráfarandi ítróttarstjórin.

AB í góðum hondum

Hann vissar um, at nú hann fer, so stendur AB á tryggari grund og er í góðum hondum.

– Mær dámdi væl ætlanina hjá AB-leiðsluni, at áðrenn fimm ár eru farin, so skal AB seta sín dám á føroyskan fótbólt, sigur Jonas Dal, sum er fegin um at hava gjørt avgerandi mun longu.

Hann vísir á, at føroyskir leikarar eru alt ov dýrir, og tí hevur hann staðið fyri at menna ein leist at draga útlendingar til felagið, sum kunnu vera við til at hækka støðið í venjing og dysti.

– AB flutti upp, vit liggja nú nærri Evropa-plássunum enn niðurflyting, og vit hava ment eitt umhvørvi, sum fer at draga føroyingar til sín, sum vilja menna seg sum leikarar, sigur Jonas Dal Andersen.

45 ára gamli danin, sum hevur 45 dagar eftir at gera mun í, heldur, at AB hevur eina góða og óvanliga arbeiðssama leiðslu.

– Eg fari at fylgja gongdini á Argjum og gevi heldur enn gjarna góð ráð, um tey biðja um tað, so teimum nýtist ikki at sletta mítt telefonnummar, sigur Jonas Dal Andersen, sum eisini upplýsir, at eftirmaður hansara er funnin.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder