placeholder
Fótbóltur

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+ í Klaksvík

Í vikuni fingu venjarar, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum 60+ í Klaksvík, undirvísing frá May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum – Talan er um eina granskingarverkætlan, har endamálið er at kanna, um venjingarhátturin er aldursyngjandi.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2022-06-25 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni fingu venjarar, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum 60+ í Klaksvík, undirvísing frá May-Britt Skoradal, adjunkti í heilsuvísindum á Fróðskaparsetrinum. Venjarar eru Marjun Kalsø, Eydna Thomsen og Símin Petur Hjelm (Piddi).

Endamálið við venjingini var at leggja lag á hjá teimum, sum skulu taka sær av heilsufótbóltinum.

Orsøkin til at Fróskaparsetrið er við í heilsufótbóltinum í Klaksvík, er talan er um eina granskingarverkætlan, og tí bleiv eisini undirvíst í tí ástøðiliga partinum, har May-Britt Skoradal eitt nú hevur granskað í fótbólti sum heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltaki.

Eftir undirvísingina í Kí-høllini varð farið út á vøllin at royna nakrar venjingar, sum lagt varð upp til í undirvísingartilfarinum. Bæði Marjun, Eydna og Piddi eru sera spent upp á uppgávuna, hóast tað eru fleiri ár síðani, at tey sjálvi leiktu fótbólt seinast, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Talan er um eina granskingarverkætlan, har endamálið er at kanna, um venjingarhátturin er aldursyngjandi.

Í farnu viku bleiv latið upp fyri tilmeldingum, og yvir 30 hava teknað seg, skrivar kommunan.

Meira kunning um verkætlanina sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder