Fótbóltur

- KÍ er sum eitt føroyskt Glimt

Bodø/Glimt venjarin væntar ikki nakran lættan dyst í annaðkvøld tá KÍ vitjar, hóast heimaliðið fyrr í ár kom heilt til fjórðingsfinalurnar í Conference League.

Kjetil Knutsen (Mynd: Sverri Egholm)

Kjetil Knutsen (Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-05 13:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

[object Object]

KÍ er á vitjan hjá norsku meistarunum í annaðkvøld í fyrra dystinum í Champions League undankappingini.

Og tað verður ikki nakar lættur dystur, heldur venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen.

- Vit hava hugt nógv eftir KÍ, og tað er eitt gott lið. Eitt lið sum líkist Bodø/Glimt, so uppá ein máta kann ein siga, at vit møta okkum sjálvum. Eitt føroyskt Glimt, segði Kjetil Knutsen við Portalin aftaná venjingina hjá heimaliðnum fyrrapartin.

So tit vænta mótstøðu í annaðkvøld?

- Ja absolutt. Tað er eitt lið, sum hevur nógvar kreftir og hevur ein týðligan spælistíl. Vit eru fyrireikaðir uppá ein torføran dyst og eitt torført mótstøðulið.

Hann nevnir serliga Mads Boe Mikkelsen, Árna Frederiksberg, Páll Klettskarð og Jákup Biskopstø Andreasen, sum teir serliga hava havt eyguni við á mótstøðuliðnum.

- Hetta er eitt lið, sum arbeiðir steinhart. Og ja, hetta er eitt lið. Í Europa møta vit vanliga góðum einstøkum spælarum, men hesaferð møta vit einum samlaðum liði. Tað gleða vit okkum til, segði Kjetil Knutsen.

Bodø/Glimt hevur klárað seg væl í evropeiskum fótbólti. Fyrr í ár komu teir í fjórðingsfinaluna í Conference Leaue, og er tí stórur favottur til dystin ímóti føroyameistarunum.

Dysturin Bodø/Glimt-KÍ verður á Aspmyra leikvøllinum í annaðkvøld klokkan 17 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder