Jóannes Kalsø Danielsen hevur spælt í Danmark síðani kappingarlok í fjør, men er nú aftur í kongabláu blusuni og er klárur til dystirnar hjá KÍ í Evopa.
- Eg eri øgiliga glaður fyri at eg tók avgerðina at fara niður. Tað var heilt sikkurt røtt avgerð tá, men eg eri glaður fyri at vera aftur í KÍ, segði hann tá vit hittu hann í gjárkvøldið.
Jóannes Kalsø Danielsen og liðfelagarnir skulu í kvøld spæla fyrra dystin móti norsku meistarunum Bodø/Glimt, og tað verður á Aspmyra leikvøllinum í Bodø.
- Vit skulu standa rætt allar 90 minuttirnar í morgin um vit skulu fáa eitt gott úrslit. Vit skulu halda fokus allan dystin og verja. Hetta er ein stór uppgáva, og vit hava ikki fyrireikað okkum so væl til nakran annan dyst enn júst hendan, sigur høgri bakkurin, Jóannes Kalsø Danielsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald