placeholder
Fótbóltur

KÍ undir trýsti í Bodø

Glimt hevur lagt seg á odda eftir tvey mál frá unga nigerianska áleyparanum, Victor Boniface.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-06 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

[object Object]

Tað er viðvent á vøllinum hesaferð. KÍ, sum plagar at vera dominerandi gjøgnum allar dystirnar í Føroyum og hava bóltin tað mesta av tíðini og smáspæla sínámillum, eru í júst øvugtum leikluti á Aspmyra leikvøllinum í Bodø í dag.

Bodø hevur bóltin alla tíðina í norðurnorska góðveðrinum. KÍ-spælararnir eru allir á aftasta triðingi av vøllinum og royna at verja seg fyri bóltrygga spælinum hjá teimum gulu norðmonnunum.

Støðan í hálvleikinum er 2-0. Ungi nigerianski áleyparin hjá Gilmt, Victor Boniface, skjeyt bæði málini. Og bæði komu tey upp á heldur tilvildarligar støður, sum uppstóðu framman fyri málinum hjá KÍ-málverjanum, Mathias Rosenørn.

Fyrra málið kom tá 10 minuttir vóru farnir, tá Boniface skoraði nærum við rygginum móti málinum. Møguleikin kom í sambandi við tilvildarligar bóltflytingar inni í málteiginum eftir eitt hornaspark.

Tá 30 minuttir vóru spældir økti sami Boniface til 2-0. Eitt at síggja til ófarligt norskt innlegg kom úr høgru síðu, misskiljing var millum verju og málmann hjá KÍ, og bólturin endar hjá sterka Boniface, sum ikki hevur trupulleikar við at skapa sær pláss, og lættliga kann skora.

KÍ hava havt nakrar atsóknir í hinum endanum av vøllinum, men tær hava ongantíð verið vandamiklar, og norska verjan hevur havt rættiliga lætt við at nápa bóltin frá føroyingunum, og spæla upp til nýtt trýst á KÍ-verjuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder