Fótbóltur

Norsku meistararnir koma ikki til Føroya í dag

Veðrið er ikki við Bodø/Glimt, sum í annaðkvøld skal spæla Champions League-fótbólt í Klaksvík.

Mjørkin argar í Vágum (Vevmynd: Vága Floghavn)

Mjørkin argar í Vágum (Vevmynd: Vága Floghavn)

2022-07-11 16:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit sleppa ikki til Føroya í dag. Vit vóna at sleppa avstað í morgin.

Tað sigur mótstøðuliðið hjá KÍ, Bodø/Glimt, á Twitter seinnapartin. Ætlanin var at koma við flogfari fyrr í dag og norska meistaraliðið skuldi lenda í Vágum klokkan 13.

Men orsakað av keðiliga veðrinum slapp hópurin ongantíð avstað við leiguflogfarinum.

Roynt verður aftur í morgin, men eisini tá verður boðað frá keðiligum veðri í Føroyum. Hesin seinni dysturin í Champions League undankappingini, er settur at byrja klokkan 19 í annaðkvøld.

KÍ tapti fyrra dystin 3-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder