Fótbóltur

Flottur KÍ-sigur – men ov lítil

KÍ vann 3-1 á Djúpumýru mikukvøldið, men tað var nóg mikið hjá Bodø/Glimt at koma víðari. Nú standa meistararnir úr Montenegro fyri tørni í Conference League.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-13 19:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

KÍ fekk ein sera flottan sigur á Djúpumýru í vikuni, har norska meistaraliðið Bodø/Glimt var á vitjan í fyrsta umfari av Champions League.

KÍ spældi sannførandi fótbólt – kontrafótbólt – í fyrra hálvleiki og vóru frammanfyri 2-0 tá dómarin bríkslaði til hálvleiksstøðg.

KÍ vísti heilt øðrvísi spæl í, enn teir gjørdu vikuna frammanundan í Bodø.

Bláa liðið legði trýst frá byrjan av, og fingu skapt eina góða støðu framman fyri Glimt-málinum longu í fyrstu minuttunum.

Taktikkurin var, eins og í síðstu viku, kontrollerað verjuspæl í royndini at fáa kontramøguleikar.

Og tað eydnaðist.

[object Object]Mads Boe Mikkelsen hevur skorað (Mynd: Sverri Egholm)

Í 11. minutti gjørdist Claes Kronborg leysur í høgru síðu. Hann fekk gott pláss til at leggja eitt innlegg væl yvir í hina síðuna, har Mads Boe Mikkelsen kom rennendi. Bólturin kom heldur høgt, men Mads Boe leyp upp og fekk sett innaru síðuna á bóltin og í netið yvir móti Bøvegi.

1-0 til KÍ og stórur rómur í Bláa skýlinum.

Bert sjey minuttir seinn i økti KÍ til 2-0. Teir høvdu havt fleiri álop, og eitt teirra endaði við hornasparki. Hornað gav ikki málmøguleika í fyrstu syftu, men bólturin kom inn fyri málið aftur úr høgru síðu, og hesaferð stóð Jákup B. Andreasen á rætta stað, og stútaði bóltin í netið.

Norðmenninir í gulum troyggjum hildu fram við sínum powerplay spæli – altso høvdu bóltin nógv og spældu frá síðu til síðu framman fyri massivu føroysku verjuni, men tað eydnaðist teimum ikki at spæla seg til nakran málkjans.

Ikki fyrr enn í 39. minutti kom fyrsta norska skotroyndin – langt oman fyri mál.

Bodø/Glimt hevði bara tvær skotroyndir á KÍ málið í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik royndu teir seg við einum langskoti, sum Mathias Rosenørn í málinum lættliga fekk hendur á.

2-0 til KÍ í einum ævintýrkendur fyrra hálvleiki í Champions League.

[object Object]Jákup B. Andreasen (Mynd: Sverri Egholm)

Spælið dovnaði eitt sindur og eksploderaði til síðst

Í seinna hálvleiki, dovnaði spæli og spenningurin eitt sindur, serliga tá Glimt minkaði um munin við brotssparki. Dómarin dømdi, at ein KÍ-hond hevði verið á bólktinum, men tað var tað ongin í Báa skýlinum, sum sá.

Viktor Boniface setti brotssparkið trygt í netið.

Men móti endanum av dystinum kom veruligur spenningur í, tá KÍ trýsti norsku meistararnar í botn.

Spenningurin varð av álvara tendraður, tá Jákup Andreasen enn einaferð skoraði.

Hesaferð eftir eitt horna í vinstru síðu. Bjartalíð legði bóltin til nærmastu stong, har Jákup B. Andreasen kom stórleypandi og snaraði bóltin í netið. Hetta hendi í 84 minutti.

Tá hevði KÍ longu havt bóltin í netinum tríggjar minuttir frammanundan. Tað var Pavlovic, sum skoraði eftir fríspark í høgru. Men linjuverjin veittraði fyri rangstøðu.

Eftir hetta hevði KÍ eitt massivt trýst á norska málið. Fleiri møguleikar vóru, men tað eydnaðist akkurát ikki.

Úrslitið gjørdist 3-1, og norðmenninir vunnu harvið 4-3 tilsamans, og koma víðari í Champions League.

Nú stendur Conference League á skránni hjá KÍ. Mótstøðuliðið er FK Sutjeska Nikšić, meistarar úr Montenegro. Fyrri dystur verður á útivølli 20. juli og heimadysturin 27. juli.

[object Object]
Brotsspark til Bodø/Glimt, 2-1 (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ - Bodø/Glimt 3-1 (2-0)
Champions League (First qualifying round, 2nd leg)

1-0 12' Mads Boe Mikkelsen
2-0 20' Jákup B. Andreasen
2-1 55' Victor Boniface (br.)
3-1 85' Jákup B. Andreasen

[object Object]
Agnar Prestá, virkandi venjari meðan Mikkjal Thomassen hevði leikbann, fekk gult kort fyri at hava sagt okkurt um dómaraavrikið (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder