Annað

10-mannafør: Ormurin Langi tók fyrsta plássið í síðsta takinum

Gekk akkurát ikki hjá Klaksvíkingi.

2018-06-23 18:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í síðsta takinum otaði Ormurin Langi seg fram um Klaksvíking og fór avstað við sigrinum aftur hesaferð.

Hetta var ein ógvuliga spennandi 10-mannafarsróður, og Suðuroyingur, Ormurin Langi og Klaksvíkingurin fylgdust stavn um stavn til 300 metrar vóru eftir.

Men í endaspurtinum stóð kappingin millum Ormin Langa og Klaksvíking, og á málstrikuni vóru bara fáir centimetrar á muni.

10 mannafør úrslit
1. Ormurin Langi 4.56.35
2. Klaksvíkingur 4.56.43
3. Suðuroyingur 5.00.15
4. Havnarbáturin 5.12.24
5. Drekin Reyði 5.12.31

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder